Gå til indhold

Samandráttur

Bornholm, Føroyar og Ísland hava ítøkiligar avbjóðingar við battaríburturkasti, og verkætlanin ”Batterier i nordiske samfund” (Battaríir í norðurlendskum samfeløgum) hevur til endamáls at greina upplýsingar, rammutreytir, forðanir og møguleikar fyri at styrkja umhvørvisvinarliga nýtslu og burturbeinan av battaríum og akkumulatorum í teimum trimum samfeløgunum nú og í framtíðini.
Á Bornholm hava danska umhvørvismálaráðið (Miljøministeriet) og umhvørvisstýrið (Miljøstyrelsen) gjørt reglugerðina um karmarnar fyri ruskhandfaring. Víðkað framleiðsluábyrgd er sett í verk fyri battaríir og akkumulatorar í Danmark, skipað av Dansk Producentansvar (DPA) Bornholms Affaldsbehandling (BOFA) varðar av allari kommunalari innsavnan av battaríum og akkumulatorum í tráð við hugsjónina hjá Bornholms økiskommunu um eitt ruskfrítt Bornholm í 2032 og ruskætlaninina, ið kom út í 2020. Borgarar og fyritøkur hava atgongd til eina talgilda kunningarskrá um rusk og rætta ruskskjiljan.  Seinnu árini hava húsarhald og umhvørvisstøð savnað alt meira inn av brúktum, lítlum, blandaðum battaríum (<100kW) og handbærum akkumulatorum (>100 kW), meðan innsavnanin av startakkumulatorum (sum Bornholms Produkthandel røkir) skiftir í nøgd frá ári til ár.
Tríggjar forðanir fyri styrktari og meira umhvørvisvinarligari nýtslu og burturbeinan av battaríum og akkumulatorum eru eyðmerktar á Bornholm: 1) Vantandi politisk raðfesting og eftirlit 2) Skeiv skiljan og vantandi infrakervi, og 3) avbjóðingar við stórum akkumulatorum og virkisframtakssemi. Viðmælt verður, at mongdin av battaríburturkasti verður minkað við at økiskommuna Bornholms setur krøv til kommunalu virkini í mun til innkeyp av battaríum, ið kunnu løðast, heldur enn einnýtisbattaríir, umframt í sambandi við innkeyp av størri akkumulatorum.  Fyri at fáa betri skil á battaríburturkastið verður viðmælt at seta nøkur mál fyri innsavnanina av battaríburturkasti fram til 2032, sum er í tráð við eina ítøkiliga ætlan fyri battaríir og akkumulatorar, ið harumframt samsvarar við yvirskipaðu ætlanina um eitt ruskfrítt Bornholm í 2032. Málini eiga at verða fylgd upp av eini strategi fyri betri skiljan av brúktu battaríunum, íroknað øktum yvirliti av battaríburturkastsátakinum, og skotið verður upp at styrkja samskiftið við borgarar og fyritøkur við tí fyri eyga at fáa meiri tilvitað innkeyp og burturbeinan av battaríum. 
Í Føroyum gera Umhvørvismálaráðið Umhvørvisstovan uppskot um reglugerðir fyri ruskhandfaringina. Umhvørvisstovan arbeiðir við at gera eina nationala ruskætlan, har mál fyri innsavnan og endurnýtan tvørtur um ruskbólkar verða sett, harímillum ítøkilig átøk fyri bilakkumulatorar, og væntað verður, at kommunalar ruskætlanir verða settar í verk í 2024. Allar kommunur hava latið ábyrgd fyri battaríinnsavnanina til Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin (IRF) – allar uttan Tórshavnar Kommuna, har battaríburturkast verður savnað og burturbeint av Kommunalu Brennistøðini (KB). Battaríir og akkumulatorar verða heintað við einstøku húsarhaldini, og borgarar, fyritøkur o.o. kunnu lata inn battaríir og akkumulatorar á móttøkustøðunum.  Innsavnaði battaríir og akkumulatorar, ið hava tænt fyri seg, verða flutt til burturbeinan. Verandi (avmarkaðu) upplýsingarnir um innsavnan av battaríum og akkumulatorum, ið hava tænt fyri seg, benda á variatión gjøgnum árini; ein betur skikkað skipan fyri savnan av hagtølum á økinum verður væntandi liðug um nøkur ár.
Tríggjar forðingar eru fyri umhvørvisvinarligari nýtslu og burturbeinan av battaríum og akkumulatorum í Føroyum:  1) vantandi mál fyri innsavnan og burturbeinan, 2) óhóskandi atburður og infrakervi, og 3) stórur fíggjarligur kostnaður við ruskskiljan.  Fyri at fáa betri skil á battaríburturkastið, verður viðmælt at víðka framleiðsluábyrgdina fyri battaríir og akkumulatorar, umframt at seta mál fyri innsavnan av battaríburturkasti. Tað eigur at fylgjast upp av eini strategi fyri betri skiljan av brúktum battaríum, íroknað øktum eftirliti av battaríburturkastsarbeiðnum við tilhoyrandi frágreiðing og strategioptimering.   Skotið verður upp at styrkja samskiftið við borgararnar, har ítøkiligu málini verða miðlað týðiliga, umframt at meir kunningartilfar og vegleiðing til borgarar og vinnuvirkandi verður almannakunngjørt á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.  Viðmælt verður, at verkstovur verða hildnar við vinnuvirkandi fyri at eggja til økta innsavnan.  Harumframt verður viðmælt, at krøv verða sett til goymslu av battaríum og akkumulatorum á kommunalum móttøkustøðum, ið kunnu varðveita góðskuna av savnaðum vørum, soleiðis at parturin av tí, ið kann endurnýtast ella endurvinnast, kann hækka.
Í Íslandi hevur ”Umhverfis-, orku-, og loftlagsmálaráðuneytið” ábyrgdina av lóggávu um ruskhandfaran, meðan ”Umhverfisstofnun” hevur eftirlitið við verksetanini av lóggávuni.  ES-lóggáva um ruskskiljan verður aloftast sett í verk beinleiðis, orsakað av luttøku Íslands í EEA-avtaluni.  Verksetanin av nýggu ES Battaríreglugerðini verður væntað at styrkja handfaringina av battaríum og akkumulatorum, ið hava tænt fyri seg, men í dag finnast ikki átøk ella strategiir fyri øking av innsavnan, endurbrúki og endurnýtslu av battaríum og akkumulatorum. ”Úrvinnslusjóður” (á donskum: Genanvendelsesfonden) hevur síðan 2002 havt ábyrgdina av víðkaðu framleiðsluábyrgdini fyri battaríir og akkumulatorar, harímillum gjøldum til rusksavnan, burturbeinan, hagtølum og kunningarátøkum. Kommunurnar samstarva við tey 13 privatu ruskfeløgini í Íslandi fyri at savna inn og burturbeina burturkastið. Battaríir og akkumulatorar, ið hava tænt fyri seg, verða savnaði gjøgnum kommunal tilboð og á tangastøðum fyri síðan at verða flutt til Belgia, Hollands og Svøríkis við atliti til endurnýtslu.  Hagtøl fyri ruskøkið vísa eina yvirskipaða øking í innsavnan og endurnýtslu av flestu sløgunum av battaríum og akkumulatorum í tíðarskeiðnum 2012-2022.
Tríggjar høvuðsforðingar eru eyðmerktar til eina styrkta umhvørviskunnandi nýtslu og burturbeinan av battaríum og akkumulatorum í Íslandi.  1) Vantandi greið mál og ætlanir fyri battaríøkið, 2) vantandi vitan hjá borgarunum, og 3) stórur fíggjarligur kostnaður við ruskhandfaring.  Fyri at fáa betri skil á battaríburturkastinum verður viðmælt at seta nøkur mál fyri innsavnanina av battaríburturkastinum, umframt at gera eina strategi fyri betri skiljan av brúktu battaríunum, íroknað økt eftirlit av battaríburturkastsarbeiðnum, har frágreiðan og strategioptimering hoyrir til.  Viðmælt verður, at vegleiðingar og kunningartilfar til borgarar og fyritøkur um leiklut teirra í ruskskiljanini verður gjørt.  Harumframt verður viðmælt, at ”hackatons” og verkstovur verða fyriskipaðar fyri at fremja nýskapan og menning av sirkulerum battaríídnaði, umframt at møguligur fíggjarligur stuðul til verkætlanir við brúktum battaríum og akkumulatorum verður eyðmerktur.