Gå til indhold

Samandráttur á føroyskum: Info Norden ársfrágreiðing

Info Norden er elsta og einasta heilnorðurlendska kunningartænasta til norðurlendskar íbúgvar. Tænastan er týðningarmikil í arbeiðnum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum at røkka visjón 2030, um kappingarfør og sameind Norðurlond, við fríum flytiføri fyri borgarar og fyritøkur.

  1. 25 ár við Info Norden: Í 2023 hátíðarhelt Info Norden 25 ár við kunning um frítt flytiføri og stríði ímóti markaforðingum í Norðurlondum. Hátíðarhaldið bleiv sett á skránna í samband við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum, og við einari ráðstevnu í Keypmannahavn.
  2. Talið av vitjandi á heimasíðuni sló met: Í 2023 var fyrstu ferð at heimasíðan hjá Info Norden var vitjað fleiri enn tvær milliónir ferð. Síðurnar vóru vístar 2,6 milliónir ferð. Brúkarar leita sær serliga eftir kunning um Noreg. Sjey av tíggju mest lisnu greinunum á heimasíðuni snúgva seg um Noreg. 
  3. Heimsíðan hjá Info Norden tryggjar brúkarum at finna viðkomandi kunning á netinum: Talið av fyrispurningum er lækkað frá 5.370 í metárinum 2022 til 4.614 í 2023,  men hækkandi talið av vitjanum á heimasíðunum boða frá, at brúkarar finna ta kunning tey sóknast eftir, uttan at skula seta seg í samband við Info Norden. Sostatt er talið av fyrispurningum í mun til talið av vitjandi minkað frá 2,8 fyrispurningar fyri hvørjar 1.000 vitjanir í 2022, til 2,3 í 2023. Hetta er í tráð við málið hjá Info Norden, at brúkarar finna svar uppá tað tey sóknast eftir á norden.org.
  4. Lættari at fráboða markaforðingar: Info Norden hevur hvesst sítt samskifti í samband við innsavnan av markaforðingum. Tað er blivið greiðari fyri borgaran hvussu tey kunnu nýta miðilin hjá Info Norden til at fráboða møguligar markaforðingar, og  trupulleikar annars í samband við flytiføri. Talið av brúkarum ið venda sær til Info Norden við møguligum markaforðingum, hækkaði í 2023 til 32,9 fyri hvørjar 1000 fyrispuringar, í mun til 25,5 árið fyri.
  5. Norðurlendskt samstarv sum tað góða dømið í Brússel: Info Norden legði fram á ráðstevnu hjá European Citizen Action Services við heitinum "State of the Union Citizens’ Rights", og greiddi frá arbeiðnum við at veita kunning og stuðul til borgarar og fyritøkur í Norðurlondum, og um Norðurlendska Samstarvið annars. Info Norden greiddi frá visjónini hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum um at Norðurlond skulu verða heimsins mest sameinda øki, og vísti á søgulig átøk eins væl og hvat verður gjørt í dag fyri at lyfta forðingar og fremja flytføri í Norðurlondum.
  6. Evnisfundir um norðurlendskar markaforðingar: Info Norden skipaði í 2023 fyri eini røð av evnisfundum um markaforðingar, fyri samstarvsfeløgum. Fundirnir komu við norðurlendskum sjónarmiði, til evni ið oftast verða viðgjørd í hvørjum landi sær, ella í ES. Info Norden hevði kunningarfund við finska markaforðingssamstarvið um ES kunngerðina Single Digital Gateway, og verksetan av Once Only Technical System í Norðurlondum. Tá almannamálsbólkurin í svenska Riksdagen var á vitjan í Oslo, greiddi Info Norden teimum frá um norðurlendskar markaforðingar innan teirra virkisøki.
  7. Servitanin hjá Info Norden sjónlig í miðlunum: Í 2023 er virksemið hjá Info Norden tikið fram í fleiri norðurlendskum miðlum. Tað hevur verið í samband við 25 ára hátíðarhaldið, men eisini vegna ta serkønu vitanina ið verkætlanarleiðararnir í Info Norden hava, tá talan er um frítt flytiføri í Norðurlondum. Umtalan av Info Norden hevur víst á nógvu møguleikarnar, og avbjóðingarnar, sum kunnu raka borgarar sum flyta, pendla ella lesa yvirum norðurlendsk landamørk; sum dømi kunnu nevnast flyting úr Finlandi til Noregs, trupulleikar við at fáa bankakonto í Svøríki, og serlig norðurlendsk rættindi til norðurlendskar borgarar.
  8. Norðurlendskt samstarv á skránni á Norðurlandadegnum: Norðurlandadagin 23. mars hátíðarheldur Norðurlendska Samstarvið sín leiklut sum heimsins elsta landspartapolitiska samstarv, millum annað við orðaskifti um nútíðar norðurlendsk evni. Info Norden hevði íkast til tiltøkini í fleiri londum á degnum. Á tí eina tiltakinum var lagt upp til at norðurlendsk sendifólk tóku ábyrgd av at styrkja samstarv við hini norðurlondini. Til eitt annað tiltak kjakaust uppstillaði til Ríkisdagin í Finlandi, um hvussu man á besta hátt sameinir áhugamál frá hvørjum landi sær við felags norðurlendsk áhugamál, til gagns fyri borgarar og fyritøkur í Norðurlondum. Tiltøkini savnaðu tilsamans fleiri enn túsund fólk.
  9. Info Norden røkkir ungum í Útnorði: Í fleiri økjum í Útnorði hevur Info Norden tikið lut í almennum kunningartiltøkum. Við einari ferð til fleiri bygdir í suðurgrønlandi. Við bási til starvsmessur og kunningarfundir um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og í Íslandi, hevur Info Norden kunnað um møguleikarnar fyri at finna starv ella útbúgving í øðrum londum.
  10. Gott samstarv við norðurlendsku sendiráðini: Info Norden hevur ment eitt jaligt og uppbyggjandi samstarv við norðurlendsku sendiráðini. Samstarvið leggur serligan dent á at lætta um vitanardeiling, tá talan er um avbjóðingar sum kunnu standast tá íbúgvar í Norðurlondum flyta, arbeiða ella lesa í øðrum Norðurlondum. Info Norden og sendiráðini hava gjøgnum árið havt samband bæði við formligum kunningarfundum, og við støðugum samskifti um ítøkiligar trupulleikar ið hava stungið seg upp.
0W3A0047.jpg
Info Norden gjørdi nakað burtur úr teimum 25 árunum, við einum hátíðarhaldi til ársfundin hjá Norðurlandaráðnum. Forsetin í Norðurlandaráðnum, Jorodd Asphjell skar køkuna (mynd: Magnus Fröderberg/Norden.org).
Í fleiri enn 25 ár hevur Info Norden sett Norðurlond á dagsskránna, so vit politikkarar kunnu gera dagligdagin hjá íbúgvunum lættari. Eg eri sannførdur um at tørvur er á Info Norden í nógv ár framyvir, tí Norðurlond eru samansett av átta londum við ymiskari lóggávu sum alsamt broytist.
Danskur Ráðharri í Norðurlendskum Samstarvi

Hvat er Info Norden?

Info Norden er kunningartænastan hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Endamálið við tænastuni er at gera tað lættari hjá einstaklingum at flyta seg frítt í Norðurlondum. Info Norden veitir yvirlit og snarvegir til øll ið ynskja at flyta, lesa ella byrja fyritøku í Norðurlondum. Info Norden upplýsir somuleiðis um stuðulsskipanir og Norðurlendska Samstarvið annars.
Info Norden framleiðir og røkir heimasíðu í samstarvi við mynduleikar í Norðurlondum, svarar fyrispurningum frá borgarum, boðar Markaforðingsráðnum frá møguligum markaforðingum, og fyriskipar kunningartiltøk ætlaði mynduleikum, málsviðgerðum og øðrum viðkomandi. 
Info Norden hevur skrivstovur í teimum átta norðurlendsku høvuðsstøðunum, og svarar fyrispurningum á donskum, finskum, føroyskum, grønlendskum, íslendskum, norskum, svenskum og enskum.

Vitan og nýskapan:
Stuðla undir vitan og nýskapan, og gera tað lættari hjá norðurlendskum fyritøkum at gagnnýta møguleikarnar sum grøna, tøkniliga og talgilda skiftið og alsamt vaksandi  lívfeingisbúskapurin skapa.
Væl skipaðir arbeiðsmarknaðir:
Menna førleikar og væl skipaðar arbeiðsmarknaðir, sum eftirlíka krøvunum sum grøna skiftið og tøkniliga menningin seta, og stuðla undir fríum flytiføri í Norðurlondum.
Talgilding og útbúgving: 
Gagnnýta talgilding og útbúgving fyri at knýta Norðurlond enn betri saman
Norðurlendska Ráðharraráðið: Okkara visión 2030.
Info Norden arbeiðir við at gera Norðurlond meira kappingarfør.