Gå til indhold

iv. Samandráttur á føroyskum

IMG_3389_1200.jpg
Altjóða ST sáttmálin fyri lívmargfeldi heitir á øll lond um at økja borgaraluttøku og at nýta staðbundna vitan í vernd og fyrisiting av náttúruni. Í mongum londum er longu samstarv millum borgarar, myndugleikar og granskarar. Við støði í royndum úr Norðurlondum lýsir frágreiðingin mannagongdir og tilmæli til náttúru­fyrisitingarliga borgaraluttøku í Arktis.
Fyrsti partur av frágreiðingini lýsir mannagongdir og tilmæli til náttúru­fyrisi­tingar­liga borgaraluttøku í Porsanger­fjørðinum í Noregi, Breiða­fjørðinum í Íslandi og Diskovíkini í Grønlandi. 
Annar partur snýr seg um mannagongdir og tilmæli til náttúrufyrisitingarliga borgaraluttøku í Føroyum við sjófuglaveiðu sum dømi.
Borgaraluttøka í náttúru­endurbøting við Porsangerfjørðin, Noreg. Strandarsamfeløgini í Norðurnoregi, serliga rundan um Porsangerfjørðin, hava upplivað stórar broytingar í havvistski­panunum, og hevur hetta ávirkað staðbundnu livikorini og sámisku mentanina. Ein smeitur í toskastovninum fram við strondunum í 1980’unum førdi til oyðing av taraskógi og hótti fiskivinnuna. Hetta hevði við sær bæði fíggjarligar og sosialar avbjóðingar. Endurbøtingarátøkini fevna um tillaging av fiskiskapi, at endurplanta tara og at brúka sámiska og staðbundna vitan. Men framstigini ganga seint.
Verkætlanin "Porsangerfjord 3.0" arbeiðir við at sameina staðbundna og vísindaliga vitan í burðardyggari fyrisiting av náttúrutilfeingi. Tørvur er á eini staðbundnari eftirlitsskipan og samskapaðari vitan til tess at styrkja lívmargfeldið og javnviga náttúruvernd og gagnnýtslu av tilfeinginum í fjørðinum. Ætlanin er, at hetta kann virka sum fyrimynd fyri endurbøting av havvistskipanum aðrastaðni í Noregi.
Náttúrufyrisiting í víkini við Breiðafjörð, Ísland. Náttúru­fyrisiting í víkini við Breiðafjörð, Ísland. Við víkina á Breiða­fjörðinum á vestursíðini á Íslandi eru 3.000 oydnar oyggjar, sum eru heimstaður hjá 1.000 bøndum og fiskimonnum og familjum teirra. Víkin hevur altjóða týdning fyri lívmargfeldi. Víkin verður mett at hava avgerandi týdning fyri íslendskan fiskiskap og er altjóða miðdepil fyri framleiðslu av æðudúni. Náttúran í økinum varð friðað í 1995, men er ikki mett at vera nóg væl vard, og hevur tað havt við sær áheitanir um eina nýggja fyrisitingarætlan, sum skal vera bygd á staðbundna luttøku. Veðurlagsbroytingar, vaksandi ferðavinna og aðrar broytingar í strandasamfeløgunum føra til stórar avbjóðingar, og samstundis er æðustovnurin minkandi.
Staðbundin fólk, fiskimenn og granskarar hava týðandi vitan um náttúruna, sum eigur at verða tikin við gjøgnum staðbundna eftiransan. Ein stovnsgjørd eftirlitsskipan kann styrkja burðardyggu fyrisitingina av økinum, samstundis sum hon kann vera við til at gera stranda­samfeløgini við víkina mótstøðuførari móti framtíðarhóttanum.
Staðbundin skjalfesting og umsiting í Diskovíkini, Grønland. Fleiri grønlendskar lógir leggja dent á týdningin av at taka vitanina hjá fiskimonnum og veiðifólki við í náttúrufyrisitingina. Tað eru grønlendska veiðilógin (2023), granskingarætlanin og lívmargfeldisætlanin. Higartil hava avgerðir innan náttúrufyrisiting fyrst og fremst verið grundaðar á dátur frá granskarum, men átøk, so sum PISUNA-skráin, vísa, at vitan hjá fiskimonnum og veiðifólki kann styrkja fyrisitingina.
Á eini verkstovu í 2022 varð ein uttanhýsis arbeiðsbólkur settur at arbeiða við at finna munagóðar mátar at styrkja borgara­luttøkuna. Bólkurin mælti til langtíðarfígging av skipanum til at savna inn og nýta vitan frá borgarum, menning av fyrisitingar­kørmum og royndar­verkætlanir í kommunum. Eisini varð mælt til, at staðbundin luttøka verður tryggjað í fyrisitingini av ávísum djórasløgum, og at samskiftið millum myndugleikar og borgarar verður betrað. Arbeiðsbólkurin hittist aftur í 2025 og 2026 at eftirmeta framstigini og dagføra tørvin á átøkum.
Borgaraluttøka í náttúrufyrisiting í Føroyum. Næsti kapittul í frágreiðingini snýr seg um mannagongdir og tilmæli til borgaraluttøku í náttúru­fyrisitingini í Føroyum við sjófuglaveiðu sum dømi. Ein verkstova varð hildin Í Sandavági 7. mai 2024. Tey luttakandi vóru veiðifólk og borgarar úr bygdum á Viðoynni, Nólsoynni, Skúgvoynni, Sandoynni og Suðuroynni, og almennir myndugleikar, náttúru­fyrisitarar, náttúru- og samfelagsgranskarar og luttakarar úr øðrum Norður­londum. Grundarlagið undir verkstovuni var m.a. ein røð av fundum við veiðifólk og onnur náttúruáhugað í bygdunum í apríl 2024. 
Orðaskiftið á verkstovuni vísti, at veiðifólk og aðrir borgarar í bygdunum hava týðandi vitan um føroysku nattúruna. Veiðifólkini, myndugleikarnir og granskararnir vístu øll á eitt felags ynski um burðardygga nýtslu av livandi tilfeingi, men fatanin av, hvat hetta merkir í veruleikanum var ymisk. Myndugleikarnir sakna ítøkiliga vitan um, hvussu tiltøk verða framd til frama fyri náttúrufyrisiting, sum er burðardygg frá einum umhvørvisligum, samfelagsligum og mentanarligum sjónarmiði. Tað eru stórir menningarmøguleikar í at betra náttúrufyrisitingina við at brúka vitanina hjá veiðifólki og øðrum náttúruáhugaðum í størri mun. Veiðifólk, myndugleikar og granskarar eru øll áhugað í framhaldandi orðaskifti um evnið. Tørvur er á meira og betri samskifti. Veiðifólkini eru áhugað í at deila vitan, um so er, at hon verður brúkt, og um tey uppliva, at ískoytið verður tikið í álvara. Myndugleikarnir eru áhugaðir i einum bindandi samstarvi við veiðifólk, bøndur og aðrar borgarar, sum hava vitan um náttúruna og longu fyrisita náttúruna. Myndugleikarnir vilja m.a. hava eina betri fatan av, hvørji øki og hvørji sløg eru viðkvom. Fleiri loysnir vórðu viðgjørdar m.a. nýtsla av veiðihagtølum, serlig krøv til vápnaloyvi, staðbundin samfyrisiting grundað á vitan og læring, og at umboð fyri bygdirnar hava regluligar fundir við fyrisitingina, har tey deila vitan og uppskot. Skipanin við granna­stevnum varð eisini nevnd sum eitt møguligt amboð til at fremja staðbundna samfyrisiting av livandi tilfeingi, men tørvur er á eini greining av royndunum við hesi skipanini. 
Tilmæli. Fleiri tiltøk eru neyðug, um náttúruáhugaðir borgarar í Arktis í størri mun skulu verða tiknir við í náttúrufyrisitingina, soleiðis sum altjóða ST sáttmálin fyri lívmargfeldi mælir til:
  •  Skotið verður upp, at veiðifólk, fiskimenn og onnur náttúruá­hugað tilnevna ein persón, sum kann virka sum sambindingarliður, tá ið myndugleikarnir hava tørv á at samskifta.
  • Skotið verður eisini upp, at viðkomandi myndugleikar gera eina ætlan fyri, hvussu arktisku royndirnar við lokalari eftiransan og fyrisiting av livandi tilfeingi skulu roynast og tillagast føroysk viðurskifti, https://pub.norden.org/temanord2025-543. Skotið verður upp, at ætlanin inniheldur:
    • At eitt formligt forum verður stovnað við endamáli at tryggja, at borgarar, myndugleikar og granskarar javnan samskifta.
    • At ein arbeiðsbólkur verður settur á stovn við endamáli at tryggja, at tað er ein móttakari av staðbundnu vitanini um livandi tilfeingi, og at tann vitanin kemur út til ráðini, sum hava ábyrgdina av viðkomandi fakøkjum.
  • Hvørt land eigur at hava mannagongdir, sum tryggja, at tað hvørt ár er neyðugt fakligt, menniskjasligt og fíggjarligt tilfeingi til at stuðla borgaraluttøku i náttúrufyrisitingini