Go to content
Myndir: Smyril Line. Martin Thaulow/Norden.org. Ólavur Frederiksen.

Vit arbeiða fyri at tryggja, at Norðurlond eru sameind í skiftandi tíðum

Henda ætlan lýsir raðfestingarnar og felags mál hjá formansskapinum fyri 2026. Vit leggja nógva orku í norðurlendskt samstarv og gleða okkum til at fáast meira við tað í formansskapinum.
Samstarvið í Norðurlendska ráðharraráðnum er virðismikið fyri fólkið í Norðurlondum og hevur við tíðini ment eitt øki í heimsklassa. Tað hevur skapt fyrimunir fyri fólkið, tí tað kann liva í tryggum og burðardyggum samfeløgum. Men tað hevur eisini verið ein søgulig menning í meira enn eina hálva øld. Norðurlond hava ikki staðið í stað, men hava ment seg og flutt seg. Bert við støðugari menning kunnu vit halda fast við tann norðurlendska kjarnan. Vit skulu halda áfram og støðugt tryggja okkum, at okkara samstarv er sum best, bæði í formi og innihaldi.
Sum heimurin broytist, er tað umráðandi, at Norðurlond áhaldandi og saman kunnu finna nýggjar burðardyggar loysnir upp á núverandi avbjóðingar og varpa ljós á norðurlendska sjónarmiðið á altjóða pallum.
Norðurlond 2026: Sameind í skiftandi tíðum
Nordic flags.png

flaggor.png