Skaðiligt innihald og vernd av børnum og ungum
Skaðiligt og ólógligt innihald á talgildum pallum er ein stór avbjóðing, serliga fyri børn og ung. Tað er ein vaksandi tørvur á at verja tey ímóti vanaelvandi algoritmum, óetiskum handilsmodellum og umfatandi dátuinnsavnan og profilering. Tí skal talgilda regluverkið hjá ES nú av álvara standa sína roynd hjá okkum. Formansskapurin setir hetta til politiska viðgerð og spyr, hvat vit kunnu gera afturat fyri at verja børn og ung. Eitt umrøðuevni er eisini, um Norðurlond – sum talgildur slóðari – kunnu viðvirka við góðum praksis og ítøkiligum loysnum. Hetta fevnir eisini um, hvussu ES-lóggáva og nýggj lóggáva á økinum verður útint, og hvussu restin av Evropa kann fáa íblástur frá okkara arbeiði. Formansskapurin viðger politiskt, hvat meira kann gerast fyri at verja okkara børn og ungdóm – herímillum um Norðurlond sum talgildur slóðari kann vera við til at skapa gott praksis og ítøkiligar loysnir. Hetta fevnir eisini um at inspirera restina av Evropa við mátanum, sum vit umsita lóggávuna á økinum.
Børn og ung í eini talgildari tíð
Talgildingin hevur broytt lívið hjá børnum og ungum. Við nýggjari tøkni, sosialum miðlum, vitlíki og vaksandi tørvi á talgildum førleikum er tað neyðugt, at børn og ung læra at hugsa kritiskt um, hvussu tey brúka tøkni og duga at navigera í einum talgildum heimi. Tað er týdningarmikið, at vit verja børn og ung í Norðurlondum í eini talgildari tíð.
Formansskapurin fer eisini at seta fokus á skíggjanýtsluna hjá børnum og ungum – bæði á avleiðingarnar, sum vaksandi nýtslan kann hava við sær, og ikki minst á trygdina hjá børnum og ungum á netinum. Tað er umráðandi, at tøkniliga menningin er stuðlandi og fremjandi fyri trivnað og læring teirra.
Burðardygt arbeiðslív
Vit skulu verja okkara serstaka norðurlendska arbeiðsmarknaðarmodell og sáttmálaskipan, sum tryggja, at vit hava eitt trygt og sunt arbeiðsumhvørvi og rættvísa kapping á norðurlendsku arbeiðsmarknaðunum. Modellið er eyðkent av tøttum samstarvi millum stjórnir, arbeiðsgevarar og løntakarar um at finna vælfungerandi loysnir, ið kunnu tryggja bæði kappingarføri og skipað viðurskifti fyri løntakarar. Samstundis liva vit í skiftandi tíðum, har norðurlendsku arbeiðsmarknaðirnir støðugt møta nýggjum avbjóðingum.
Styrkt norðurlendskt arbeiðsmarknaðarmodell
Formansskapurin setir fokus á, hvussu vit framtíðartryggja okkara norðurlendska arbeiðsmarknaðarmodell, har partarnir hava stórt sjálvræði og leypandi samskifta um, hvussu modellið og undirtøkan fyri tí kunnu styrkjast. Hetta er serliga týdningarmikið í eini tíð, har vit uppliva broytingar í arbeiðsmegini. Hetta eru felags norðurlendskar avbjóðingar, har vit kunnu læra og fáa íblástur hvør av øðrum, so at vit standa betur fyrireikað til framtíðina.