Formansskapurin vil styrkja kappingarførið hjá norðurlendskum fyritøkum við eitt nú at fremja samstarv og nýskapan tvørtur um landamørk. Samstundis heldur formansskapurin fram við týdningarmikla arbeiðinum at menna og samansjóða ta talgildu umleggingina í Norðurlondum og Baltalondum, so at fólk og fyritøkur uppliva færri talgildar forðingar.
Formansskapurin leggur dent á at hava mótstøðuførar norðurlendskar búskapir, tí tað er ein fortreyt fyri at hava fíggjarligt rásarúm til at gera íløgur í týdningarmiklar raðfestingar og framtíðarloysnir. Hetta fevnir eitt nú um menning av nýggjari tøkni, mótstøðuførar strategiskar virðisketur og loysnir, sum minka um veðurlagsbroytingar og verja lívfrøðiligt margfeldi. Raðfestingar, sum skulu tryggja Norðurlondum leiklutin sum burðardyggasta landaøki í heiminum. Ein mótstøðuførur búskapur er eisini ein fortreyt fyri at kunna varðveita dygdina í vælferðarsamfelagi okkara og stuðulin aftan fyri tað – og harvið til sosialt burðardygg Norðurlond. Tað krevur eitt framhaldandi nútímans heilsuverk, eina fevnandi útbúgvingarskipan og eina betri samanhangandi almenna tænastu í øllum Norðurlondum, til gagns fyri borgarar og vinnulív.
Mótstøðuførir og kappingarførir norðurlendskir búskapir – í ES og í heimi
Tað krevur ein mótstøðuføran búskap fyri at kunna stýra í ótryggum og broytiligum umstøðum og samstundis verja felags norðurlendsk áhugamál. Ein mótstøðuførur búskapur er eisini ein fortreyt fyri at kunna møta tí átrokandi tørvinum á at styrkja verjuna. Tí hevur formansskapurin fokus á, at búskapirnir í Norðurlondum skulu vera bæði mótstøðuførir og kappingarførir – við sunnari og haldførari almennari fígging. Tað merkir millum annað, at dentur skal leggjast á búskaparligar reformar á arbeiðsmarknaðinum og á betri karmar fyri vinnulívið, herímillum at hava færri fyrisitingarligar byrðar við tí endamáli at fáa eitt produktivari vinnulív, sum eisini kann kappast á altjóða marknaðinum.
Formansskapurin vil eisini stuðla undir økt kappingarføri í Norðurlondum við at varpa ljós á felags avbjóðingar og finna loysnir, sum kunnu økja um vakstrarpotentialið í landaøkinum.