Go to content
Myndir: Adam Mørk/Visit Denmark. Nicolai Perjesi/Copenhagen Capacity. Colin & Meg/Unsplash.

Norðurlond: Heimsins mest burðardygga og integreraða landaøki í 2030

Norðurlendsku stjórnarleiðararnir samtyktu í 2019 ta visjón, at Norðurlond skulu vera heimsins mest burðardygga og integreraða landaøki í 2030. Visjónin byggir á tríggjar strategiskar raðfestingar, nevniliga eini grøn, kappingarfør og sosialt burðardygg Norðurlond. Hetta eru framsøkin og týðandi mál. Formansskapurin fer tí at leggja dent á, at nýggju samstarvs- og arbeiðsætlanirnar fyri 2025-2030 verða fylgd neyvt.
Vores Vision 2030 m ikoner_RGB_FÆRØSK outlined.svg

Vit skulu koma á mál til ásetta tíð

Norðurlendska ráðharraráðið legði í 2023 fram eina støðufrágreiðing um arbeiðið við Visjón 2030. Frágreiðingin vísir, at Norðurlond sum heild framvegis eru á veg til at gerast heimsins mest burðardygga og integreraða landaøki. Tað er serliga galdandi fyri visjónirnar um kappingarfør og sosialt burðardygg Norðurlond. Enn manglar nakað í fyri at røkka visjónini um grøn Norðurlond.

Grøn Norðurlond

Frágreiðingin vísir, at vit á fleiri økjum hava ilt við at røkka visjónini um grøn Norðurlond – bæði nú og fram til 2030. Hóast tað yvirhøvur gongur rættan veg, so bendir nógv á, at tað gongur ov seint, um málsetningarnir í Visjón 2030 skulu haldast. Formansskapurin vil seta meiri ferð á arbeiðið fyri at kunna røkka visjónini um Norðurlond sum heimsins grønasta landaøki.

Kappingarfør Norðurlond

Frágreiðingin vísir, at vit eru á rættari leið til at røkka visjónini um kappingarfør Norðurlond í 2030, bygt á grønan vøkstur, nýskapan, flytføri og ringbúskap. Heldur gongdin fram, fara Norðurlond at gerast enn kappingarførari í 2030. Sum heild er kappingarførið í ES tó undir trýsti. Í formansskapstíðini fokusera vit tí upp á, hvussu vit við okkara góðu fortreytum kunnu vera við til at styrkja enn meira um kappingarførið í Norðurlondum og í restini av Evropa.

Sosialt burðardygg Norðurlond

Frágreiðingin vísir, at vit sum heild eru væl á veg at gerast eitt sosialt burðardygt og javnsett landaøki. Tað er eitt eyðkenni við norðurlendingum, at teir hava álit á hvør øðrum og góða heilsu, og arbeiðsloysi og kriminaliteti er lítið av í londunum. Tó er enn pláss fyri batum, serliga í mun til sjálvupplivdan trivnað. Tí er tað týdningarmikið fyri formansskapin at halda fram við at hava fokus á sosiala burðardygd og javnstøðu í Norðurlondum.

Integratión av øllum Norðurlondum

Skulu vit kalla okkum heimsins mest integreraða landaøki í 2030, mugu øll átta Norðurlond vera við. Ikki bara í mun til politikk og markanevndir, men eisini í mun til parlamentariska samstarvið í Norðurlandaráðnum og stjórnarsamstarvið í Ráðharraráðnum. Vit eru eitt landaøki við átta londum – og verulig integratión krevur, at øll londini eru við.

Dagføring av Helsingforssáttmálanum

Helsingforssáttmálin regulerar tað norðurlendska samstarvið og verður ofta kallaður tann norðurlendska grundlógin. Sáttmálin kom í gildi 1. juli 1962 og hevur síðan verið grundarlagið undir tí góða samstarvinum, sum er millum øll Norðurlond. Sáttmálin er dagførdur fleiri ferðir, seinast tann 2. januar 1996. Dagføringarnar hava tryggjað, at sáttmálin hevur verið tillagaður leypandi, og tær hava soleiðis gjørt, at samstarvið millum londini hevur kunnað verið so gagnligt, sum til ber. Fyri formansskapin er tað sera týdningarmikið, at tað norðurlendska samstarvið heldur áfram at vera viðkomandi og so vælvirkandi, sum til ber, eisini í komandi tíðum – vit kunnu ikki loyva okkum annað. Politiska støðan í 1996 var øðrvísi enn nú, skjótt 30 ár seinni. Tað skal okkara samstarv kunna endurspegla og handfara.
Á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í 2024 varð einmælt samtykt eitt tilmæli til norðurlendsku stjórnirnar um at dagføra Helsingforssáttmálan, so at tey sjálvstýrandi londini kunnu fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum og Norðurlendska ráðharraráðnum, um tey ynskja tað, og um tað er í samsvari við teirra stýrisskipan. Samstarvsráðharrarnir samtyktu tann 4. apríl 2025 at útnevna ein løgfrøðiligan ráðgeva at kanna stjórnarrættarligar, ES-rættarligar og fólkarættarligar spurningar í hesum sambandi. Frágreiðingin verður liðug, meðan Finnland og Áland hava formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum.
    Formansskapurin fer at fylgja við arbeiðinum við løgfrøðiligu frágreiðingini og dagføringini av Helsingforssáttmálanum, alt í samráði ráðharraráðið hjá samstarvsráðharrunum.

    Integrerað Norðurlond uttan markaforðingar

    Ein treyt fyri at verða heimsins mest integreraða landaøki er, at markaforðingar millum øll átta Norðurlond verða burturtiknar, har tað ber til. Í 2024 varð samtykt at umskipa Markaforðingarráðið. Norðurlond hava nú eitt meira tíðarhóskandi og virkið ráð, sum kann vegleiða Ráðharraráðið um nýggj átøk og ábøtur fyri at beina burtur markaforðingar. Í 2026 hevur Markaforðingarráðið sitið helvtina av fýra ára skeiði sínum. Formansskapurin arbeiðir tí tætt saman við ráðnum fyri at gera eina miðvegismeting av arbeiðinum hjá ráðnum. Tað er sera umráðandi fyri formansskapin at tryggja, at arbeiðið at taka burtur markaforðingar riggar so væl sum gjørligt – til gagns fyri fólk og fyritøkur. Samstundis skulu Norðurlond kunna samstarva um at nýta amboð sum t.d. markaeftirlit í stríðnum móti skipaðum bandarelateraðum fleirlandakriminaliteti, sum er ein stórur og vaksandi trupulleiki í Norðurlondum, sí partin Skipaður bandarelateraður kriminalitetur. Tí Norðurlond skulu framhaldandi vera ein felags eind, har vit kunnu líta á hvønn annan.
    Besti háttur at minka um markaforðingar er at lata vera við at seta tær upp. Norðurlond hava ymiskar mannagongdir til tess. Í Danmark og Føroyum er t.d. lógarásett, at nýggjar lógir skulu taka atlit til, um tær hava við sær nakrar norðurlendskar markaforðingar.
    Nordic flags.png

    flaggor.png