Styrkt veitingartrygd
Veitingartrygd er avgerandi fyri samfelagsberandi funktiónir og ein týðandi liður í arbeiðinum at styrkja um samfelagstrygdina. Raðfesting av veitingartrygdini fer undir danska og føroyska formansskapinum at hjálpa til við at tryggja okkum atgongd til samfelagskritiskt tilfeingi.
Formansskapurin vil byggja upp eitt sterkt norðurlendskt samstarv um veitingartrygd. Tað skal vera við til at skapa sterk og tillagingarfør Norðurlond, sum standa saman um at handfara komandi veitingarkreppur. Formansskapurin fer tí at styrkja tað nýggja norðurlendska netverkið fyri veitingartrygd. Netverkið fer millum annað at viðgera nýggj samstarvsøki, sum kunnu fremja veitingartrygdina í øllum Norðurlondum. Tað kann til dømis vera at deila vitan um analytiskar arbeiðshættir og mótstøðustrategiir, soleiðis at norðurlendskir myndugleikar fara at duga betur at handfara órógv í veitingarketum, ella vitan um atgongd til kritiskt tilfeingi og um at fyribyrgja og loysa veitingarkreppur.
Innsatsurin at styrkja norðurlendskt samstarv um veitingartrygd skal halda seg til átøk, sum skulu leggja afturat og ikki bara kopiera líknandi altjóða arbeiði.
Av tí at fleiri myndugleikar og privatir aktørar skulu brúka av sama tilfeingi, kann tað – út frá einari ítøkiliga meting frá ábyrgdarhavandi myndugleikum – vera bæði gagn og trygd í at samstarva um at útvega kritiskt tilfeingi, tá ið skilagott er at gera tað. Til dømis við felags innkeypi, felags goymslum og møguleikum at leiga og læna frá hvørjum øðrum.
At vera við til at gera norðurlendskt vinnulív meira mótstøðuført, gevur eisini meining í sambandi við yvirlýsingina hjá norðurlendsku vinnumálaráðharrunum um ein felags norðurlendskan vinnufelagsskap í mun til málini í Visjón 2030 um kappingarfør Norðurlond.
Heilivágsresistensur og heilivágssamstarv
Tørvur er á einum styrktum norðurlendskum innsatsi fyri at tryggja, at vit kunnu handfara heilsuhóttanir – bæði nú og í framtíðini. Tann vaksandi heilivágsresistensurin krevur handling. Antibiotika hevur bjargað óteljandi lívum, men alt fleiri bakteriur gerast mótstøðuførar. Tørvur er á at deila vitan og royndir í mun til heilivágsresistens um øll Norðurlond. Altjóða verður arbeitt alt meira upp á tvørs av sektorum fyri at skapa betri úrslit, og øll heilsa verður tikin við – fólkaheilsa, djóraheilsa, plantuheilsa og umhvørvisheilsa. Norðurlond eiga eisini at fara meira hesa leið. Formansskapurin arbeiðir harumframt fyri, at Norðurlond við felags innkeypi kunnu tryggja sær atgongd til antibiotika.
Tilbúgvingarætlanir í mun til útsettar borgarar
Formansskapurin fer – í regi av norðurlendska samstarvinum á sosial- og eldraøkinum – undir verkætlan, ið skal stuðla undir vitanardeiling um góðar mátar at taka hædd fyri tørvinum hjá útsettum borgarum í tilbúgvingarætlanum. Verkætlanin skal millum annað kortleggja tilbúgvingararbeiðið í Norðurlondum, har serligur dentur skal leggjast á tann tørv, sum gomul fólk, fólk við breki og fólk, ið eru sosialt útsett, kunnu hava – ella fáa, tá ein kreppa stingur seg upp. Úrslitini frá verkætlanini verða ætlandi løgd fram síðst í 2026.