Nýggj tøkni skal seta ferð á grønu umleggingina
Ferðin á grønu umleggingini má økjast, um Norðurlond skulu røkka málinum at vera heimsins burðardyggasta landaøki í 2030. Nýggj og kend tøkni kann longu vera við til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Tí skulu skapast góðir og hóskandi karmar til at víðarimenna hesa tøkni, eitt nú til at brúka brint og til at innsavna og goyma CO2 (CCS).
Brint
Norðurlond eru longu komin langt við grønu umleggingini og eru í mongum ein fyrimynd fyri restina av heiminum. Eitt av teimum næstu stigunum er at tryggja grønt brennievni til vinnugreinar og fyritøkur, har tað ikki er einfalt at leggja um til eina veðurlagsneutrala framtíð. Hetta er serliga viðkomandi fyri flogferðslu og skipaferðslu og tann partin av orkukrevjandi ídnaðinum, sum ikki kann elektrifiserast beinleiðis. Grønt brint og annað elframleitt brennievni kann vera við til at útfasa fossila orku og skifta hana út við varandi orku í staðin.
Serliga í flutningsvinnuni kann atgongd til CO2 fáa stóran týdning. Tí er umráðandi at hava eina væl grundaða støðu til, hvussu innsavnað CO2 kann nýtast best. Skulu vit náa okkara grønu málum, mugu norðurlendskar fyritøkur hava atgongd til brint í sínari umlegging.
Í eini orkuskipan, sum í vaksandi mun byggir á varandi orku, kann elgrundað brennievnisframleiðsla eisini skapa eina smidligari orkunýtslu, við tað at framleiðslan kann lagast til elútboðið – tíma fyri tíma.
Marknaðurin fyri brinti og øðrum elframleiddum brennievni er framvegis í menning, og eftirspurningurin fer væntandi at vaksa – ikki bara í Norðurlondum, men í øllum Evropa. Møguleikarnir eru tí stórir. Formansskapurin leggur serligan dent á at betra um karmarnar fyri brinti og øðrum elframleiddum brennievni, so at møguleikarnir kunnu gagnnýtast.
CCS
Innsavning og goymsla av CO2 (CCS) er eitt týdningarmikið amboð til at røkka veðurlagsmálunum – bæði globalt við Paríssáttmálanum, í Evropa við málunum hjá ES, og í Norðurlondum við Visjón 2030. CCS kann í verki minka um útlátið frá til dømis brennistøðum, orkuverkum og tungídnaði. Harumframt ber til at fáa negativt útlát, um CO2 verður innsavnað og goymt, til dømis frá biogassverkum og lívrunnum keldum í veitingarsektorinum. Við hesum kann CCS eisini vera við til at fremja málini um veðurlagsneutrala framtíð og 110 % minking í útláti.
Norðurlond eru longu komin langt í at menna karmarnar fyri CCS og hava við tøkni síni møguleikan at ganga á odda og slóða fyri einari kappingarførari grønari umlegging komandi árini. Svøríki hevur millum størstu mongd av lívrunnum CO2 í Evropa, og í Danmark er politiskur meiriluti fyri at gagnnýta møguleikan at kunna goyma hana í teirri donsku undirgrundini, tí hon kann goyma nógv meiri CO2, enn landið sjálvt hevur tørv á. CCS-samstarvið í Norðurlondum veksur. Fyritøkan Ørsted arbeiðir við at seta í gongd fyrsta fullfíggjaða CCS-anlegg í Danmark, og her fer norska CO2-goymslan Northern Lights at verða brúkt sum móttakari. Full ferð verður sett á anleggið í 2026.
Eftir áheitan frá Danmark er farið undir eina trý ára verkætlan um CCS í Norðurlendska ráðharraráðnum. Endamálið við henni er at styrkja samstarvið millum londini og harvið fremja eina skjótari útbreiðslu av allari virðisketuni innan CCS. Danmark og Svøríki lata lutfalsliga nógvan almennan stuðul fyri at fáa virðisketuna setta í verk. Formansskapurin leggur í hesum sambandi serligan dent á millumlandaflutning og undirstøðukervið, sum eru fortreytir fyri, at CCS kann virka í praksis.
Burðardygg og mótstøðufør matvøruvinna, landbúnaðarvinna og fiskivinna
Norðurlond skulu ganga á odda í at tryggja heilsugóðar og burðardyggar matvørur og í at fremja eina grøna umlegging av landbúnaðarvinnuni og fiskivinnuni. Hetta gerst bara, um vit hugsa loysnirnar saman og hava allar partar av umleggingini við í myndini. Øll mugu við. Heimsstøðan hevur staðfest, hvussu umráðandi tað er at hava eina mótstøðuføra matvøruveiting, bæði í einstøku londunum og í Norðurlondum sum landaøki. Her kunnu landbúnaðarvinnan, fiskivinnan og alivinnan spæla ein týðandi leiklut.
Mótstøðuførar matvøruskipanir
Matvøruvinnan, landbúnaðarvinnan og skógarvinnan í Norðurlondum er avgerandi fyri veitingartilbúgving okkara. Stór stig eru longu tikin til at fáa mótstøðuførari matvøruskipanir – seinast við Karlstadyvirlýsingini um tilbúgving og mótstøðuføri (2024). Í formansskapstíðini verður arbeitt víðari við niðurstøðunum frá ráðharraráðsfundinum í Kuopio (juni 2025), og sett verða í verk tiltøk, sum kunnu styrkja norðurlendska samstarvið og vitanardeilingina til tess at fáa mótstøðuførari Norðurlond við eini treystari og sterkari tilbúgving á matvøru- og landbúnaðarøkinum.
Virksemið hjá NordGen er ein heilt avgerandi partur av undirstøðukervinum, tá ið ræður um varðveitslu av ílegutilfeinginum hjá landbúnaðarvinnuni. Tað er støðið undir teirri gransking og foredling, sum skal til fyri at kunna hava eina trygga matvøru- og fóðurveiting og fyri at kunna lúka krøvini um veðurlag og umhvørvi. Formansskapurin fer at arbeiða fyri at verja arbeiðið hjá NordGen.