Norðurlond standa í eini nýggjari tíð.
Við álopinum hjá Russlandi á Ukraina stendur eitt kríggj á okkara egnu gátt. Ranglætissøgur hótta okkara fólkaræði, og fíggindalig hybridálop seta samhaldsfestið undir trýst.
Í slíkari óvissutíð er avgerandi, at Norðurlond halda saman. Vit eru sterk lond, sameind av eini frálíkari samfelagsskipan, sum er eyðkend av stórum áliti, langari felagssøgu og djúpum samstarvi. Henda felagsskapin tørvar okkum nú. Tí er yvirskriftin fyri formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum í 2026: Norðurlond – sameind í skiftandi tíðum.
Tá heimurin broytist, mugu vit eisini flyta okkum. Við limaskapinum hjá Svøríki og Finnlandi í NATO er norðurlendska familjan vorðin enn tættari knýtt – og um øll átta londini hava vit eina felags uppgávu: at verja okkara virðir og vælferðarsamfeløg.
Tað krevur enn tættari samstarv. Um samfelags- og veitingartrygd, tilbúgving, grøna umlegging, styrkt norðurlendskt kappingarføri, niðurberjing av fleirlandakriminaliteti og vernd av børnum og ungum í talgildu øldini – fyri at nevna nøkur dømi.
Til at tryggja, at Føroyar, Grønland og Áland fáa møguleikan at gerast fullir limir í norðurlendska samstarvinum, fara vit at arbeiða fyri at dagføra norðurlendsku grundlógina, Helsingforssáttmálan.
Grønland luttekur í útvaldum virksemi undir Norðurlendska ráðharraráðnum, men verður ikki partur av formansskapinum hjá Danmark og Føroyum í 2026. Grønland fer tó virkið at luttaka í arbeiðinum at seta eina nevnd til at dagføra Helsingforssáttmálan – eitt avgerandi stig, um Grønland skal verða viðurkent sum javnbjóðis samstarvspartur í norðurlendska samstarvinum.
Norðurlond skulu hava gott tilknýti til allan heim. Í nýggja geopolitiska veruleikanum kunnu vit ikki rokna við status quo. Tí fara vit at arbeiða fyri at styrkja samstarvið við lond, ið hava somu virðir sum vit.
Gjøgnum skiftandi tíðir skulu Norðurlond vera heimsins mest integreraða og burðardygga landaøki – til gagns fyri Norðurlond, til kveikingar fyri restina av heiminum.
Vit gleða okkum til at føra norðurlendska samstarvið víðari.