Go to content

Fororð hjá samstarvsráð­harrunum

Heimurin hevur tørv á fleiri norðurlendskum virðum – ikki færri. Tí Norðurlond hava nakað serligt at bjóða. Vit vilja brúka formansskapin til at samansjóða øll átta Norðurlond enn meira og seta kós móti visjónini hjá stjórnarleiðarunum: at Norðurlond skulu vera heimsins mest integreraða og burðardygga landaøki í 2030.
Tað fara vit at gera við at arbeiða við ítøkiligum politiskum økjum og við at leggja serligan dent á at styrkja fólksliga norðurlendska samstarvið í sivilsamfelagnum. Norðurlond eru fyrst og fremst fólkið, sum her býr.
Norðurlond eru sameind á nógvum økjum – við sínum máli, fólkaræði, samfelagsbygnaði, undirstøðukervi, ríka mentanararvi og sterka sivilsamfelag. Alt hetta kann koma undir trýst við tíðini, serliga av geopolitiskum spenningum. Eftir russisku innrásina í Ukraina gjørdi Norðurlendska ráðharraráðið av at fara undir eitt nýtt og týdningarmikið arbeiði fyri samfelagsligari trygd og tilbúgving í Norðurlondum. Tað fara vit at leggja serligan dent á undir hesum formansskapinum.
Vit fara eisini at leggja serligan dent á okkara fólkaræði, sum ikki kann takast fyri givið. Vit síggja, hvussu falstíðindi seta alsamt meiri dám á tað almenna kjakið og royna at bróta samanhaldið niður heldur enn at styrkja tað.
Kappingarførið í Norðurlondum er grundleggjandi sterkt, men má styrkjast enn meira. Ein støðugt vaksandi fyrisiting forðar feløgum og íverksetarum í at røkka sínum fulla potentiali. Tí hava vit sett í verk eina greining av norðurlendska kappingarførinum og fara at leggja hana fram undir hesum formansskapinum. Vit gleða okkum til at arbeiða við niðurstøðunum og til formansskapin sum heild.
Í Norðurlondum halda vit saman. Og sjáldan hevur samanhald havt so stóran týdning sum nú.
Morten Dahlin, ráðharri fyri norðurlendskum samstarvi (Danmark) og Bjarni Kárason Petersen, ráðharri fyri norðurlendskum samstarvi (Føroyar)
Myndir: By-, Land- og Kirkeministeriet & Amy Hansen
Nordic flags.png

flaggor.png