Hvat ella hvørji mál, vit brúka, hevur stóran týdning fyri, hvussu vit skilja okkum sjálv, hvussu onnur fólk skilja okkum, og hvussu vit skilja tey. Málið saman við mentanini ber eisini søguna, og er tað týdningarmesta samfelagsliga undirstøðukervi, vit eiga í felag. Tað ger sítt til at skapa felagsskap og álit, og ger sítt til at styrkja fólkaræði og luttøku. Norðurlendski málfelagsskapurin er tí týdningarmikil fyri at halda fram at menna felagsnorðurlendskan samleika og á tann hátt virka fyri, at Norðurlond eru heimsins mest samantvinnaða øki.
Í stórum pørtum av Norðurlondum verður eitt skandinaviskt mál tosað, um somu leið sum fleiri onnur mál eisini hoyra heima í okkara fleirmælta øki. Og vit meta øll mál á jøvnum føti, tó at øll ikki hava sama leiklut. Tey samfelagsberandi málini í Norðurlondum, sum kunnu verða brúkt til almenn endamál, eru danskt, finskt, føroyskt, grønlendskt, íslendskt, norskt (bókmál og nýnorskt), tey sámisku málini og svenskt. Tey sámisku málini og grønlendskt eru skilmarkað sum frummál. Hesi málini hava eisini, tí tey hava verið so leingi í Norðurlondum, serstøðu sum tjóðskaparlig minnilutamál: Meänkieli, kvenskt, finskt, tey sámisku málini, romani (chib), romanes, jiddiskt og týskt. Aftrat hesum koma norðurlendsku teknmálini. Herumframt eru mong nýggj mál og harvið nýggj móðurmál løgst afturat gjøgnum árini við innflyting úr øðrum máløkjum. Í skúlanum læra øll børn og ung enskt og í ymsan mun onnur mál. Tað er týdningarmikið, at vit í Norðurlondum hava sera góðan kunnleika til mál, sum røkka um landamørk. Hesin fleirmálkunnleiki og parallellmálkunnleiki ger sítt til at styrkja støðu Norðurlanda í heiminum og okkara felags hugsjón.
Sum norðurlendskur felagsskapur vilja vit bæði varðveita og menna øll okkara mál og okkara málfelagsskap. Sambært Helsingforsavtaluni skal undirvísing og útbúgving í Norðurlondum fevna um undirvísing í málunum í hinum Norðurlondunum, eisini um mál, mentan og samfelagsviðurskifti í Føroyum, Grønlandi og Álandi. Vit vilja styrkja felags kunnleikan um og fatanina av teimum málum, sum verða tosað, serliga at skilja skandinavisk mál. Áhugin fyri norðurlendskum málum og norðurlendskum samstarvi skal verða styrktur hjá børnum og ungum. Tað eru tey, ið skulu bera norðurlendska felagsskapin longur fram á leið.