Undirvísingartímar

Tími 1

Bjart ljós frá eini lampu, góður felagsskapur og telduforrit eru viðurskifti, sum kunnu ávirka títt arbeiðsumhvørvið.
 
Hvat er arbeiðsumhvørvi og hvat fevnir kropsligt og sálarligt arbeiðsumhvørvi um?
 
Í tíma 1 nýta vit m.a. filmar og myndir til grundleggjandi læru um arbeiðsumhvørvi.
 
Elever som samtalar_kvadrat.jpg

Tími 2

Hvørji viðurskifti kunnu vera ein vandi á arbeiðsplássinum, og hvørji viðurskifti hava ávirkan á, at vit hava tað gott til arbeiðis?

Hvørji viðurskifti kunnu vera ein vandi á arbeiðsplássinum, og hvørji viðurskifti hava ávirkan á, at vit hava tað gott til arbeiðis?
 
verkstad_kvadrat.jpg

Tími 3

Talgild tól hava ein stóran leiklut í gerandisdegnum. Hvørja ávirkan hevur hetta á okkum?
Næmingarnir gera eina meting um sína egnu skíggjatíð og um teir hava upplivað trupulleikar hesum viðvíkjandi.

Hvussu skapa vit eitt betri talgilt arbeiðsumhvørvi?

Kjak um uppskot til heilsugóð viðurskifti.
digital_kvadrat.png

Tími 4

Hvussu sær framtíðin út?
Fleiri av teimum, sum eru ung nú, fara kanska at hava eitt arbeiði, sum ikki er til enn.
 
Hvussu broytast størv?
Filmur um størv og arbeiðsumhvørvi í framtíðini verður vístur. Ein venjing viðvíkjandi fyrireiking til framtíðina verður gjørd, har næmingarnir eisini ímynda sær, hvussu vit búgva, liva ferðast og arbeiða í 2050.

GIGEKONOMI_kvadrat.jpg

Tími 5

Skapa eitt dreyma arbeiðsumhvørvi!
Tikið verður samanum frá hinum undirvísingartímunum, og hugsað verður um, hvussu vit skapa eitt gott kropsligt og sálarligt arbeiðsumhvørvi. Næmingarnir gera eina venjing, sum verður løgd fram í næsta tíma.
spel_kvadrat.jpg

Tími 6

Næmingarnir leggja fram um síni dreyma arbeiðsumhvørvi, sum teir gjørdu í undanfarna tíma. Ein roynd um arbeiðsumhvørvi verður gjørd. Tikið verður samanum; hvat er eitt dømi um sálarligt arbeiðsumhvørvi?

Hví er tað týdningarmikið at hava kunnleika um arbeiðsumhvørvi?
Ein hugvekjandi filmur um arbeiðsumhvørvi eggjar til eitt gott arbeiðslív.
Kök_kvadrat.jpg
Go to content