Kunnleiki til ung um arbeiðsumhvørvi

Fyrireika næmingarnar til eitt langt og sunt arbeiðslív. Hetta verður gjørt í seks undirvísingartímum um kropsligt og sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Í teimum seks upplýsandi undirvísingartímunum læra næmingarnir at geva sær far um viðurskifti á arbeiðsplássinum, sum ávirka teirra sálarligu og kropsligu heilsu. Endamálið er at fyrireika næmingarnar til eitt langt og sunt arbeiðslív.
Tak niður allar tímarnar sum zip-fíl.

Um verkætlanina

Verkætlanin Kunnleiki til ung um arbeiðsumhvørvi er fíggjað av Nevndini fyri Arbeiðsumhvørvi hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum og miðar eftir at økja kunnleikan um arbeiðsumhvørvi millum ung fólk í norðurlendsku londunum. ​
 
Tilfarið í 6 pørtum varð ment av einum verkætlanarbólki samansett av lærarum í framhaldsskúlum, yrkisvegleiðarum, granskarum innan heilsu og trygd, miðlarum og greinarum.​
 
Tilfarið er roynt við næmingum í framhaldsdeildini á Kunskapsakademin í Sundsvall í Svøríki.
Til ber at lesa meira um verkætlanina á Myndigheten för arbetsmiljökunskaps webbplats.
mynak-logotyp-farg-med-svart-text-liggande.png
Go to content