Go to content

Atgongd og rættindi til  ílegutilfeingi 2023
Kalmar-yvirlýsingin II

Lívfrøðiligt margfeldi er avgerandi fyri menniskjalív á jørðini. Ílegumargfeldi er ein týdningarmikil partur av lívfrøðiligum margfeldi. Ílegutilfeingi er ílegutilfar við virði í løtuni og møguligum virði, sum kann vera týdningarmikið fyri menniskju og lívið á jørðini. Stórt fjølbroytni í ílegutilfeingi er ein fyritreyt fyri natúrligum úrvali, tilllaging og menningargongd. Atgongdin at heimsins ílegutilfeingi og eitt rættvíst og rímiligt býti av vinningi, sum fæst úr gagnnýtslu av tí, eru sostatt týdningarmikil mál, sum verða skipað á fleiri tjóðarpallum og altjóða pallum.
Í 2003 samtyktu Norðurlond Kalmar-yvirlýsingina, sum hevur fleiri tilráðingar um tjóðarliga verkseting av altjóða skyldum og framtíðarsamstarvi um ílegutilfeingi í norðurlendskum høpi. Altjóða rættarreglur áseta, at statir hava full rættindi yvir sínum ílegutilfeingi. Kalmar-yvirlýsingin staðfestir, at tað ílegutilfeingið, sum er í varðveitslu hjá NordGen, er undir felags norðurlendskari fyrisiting, og at tað er frítt at brúka, og at tað er alment atkomuligt.
Norðurlond hava langa søgu við meira enn 50 ára samstarvi um varðveitslu og burðardygga nýtslu av ílegutilfeingi, og eitt týðandi úrslit er stovnanin av einum felagsnorðurlendskum ílegubanka til fræ í 1979. Norðurlendski ílegutilfeingisdepilin (NordGen) varð stovnaður í 2008 sum ein vitanardepil fyri ílegutilfeingi og fevnir eisini um norðurlendska ílegubankan. Kalmar-yvirlýsingin myndar ein týdningarmiklan karm um atgongd at og rættindi til ílegutilfeingið, sum er í varðveitslu hjá NordGen.
Tøkniligu og politisku framstigini, síðan Kalmar-yvirlýsingin varð samtykt fyri tjúgu árum síðan, hava víst okkum, at tørvur er á einum nýggjum norðurlendskum arbeiðshátti. Við hesum endamáli varð verkætlanin ”Access and Rights to Genetic Resources: A Nordic Approach (II)” byrjað við norðurlendskum serfrøðingum í ílegutilfeingi. Úrslitið av verkætlanini er frágreiðingin ”Access and Rights to genetic resources: A Nordic Approach (II)”.

Atgongd og rættindi til ílegutilfeingi í Norðurlondum

Norðurlendska ráðharraráðið fyri fiskivinnu og aling, landbúnað, matvørur og skógrøkt og eisini norðurlendska ráðharraráðið fyri umhvørvi og veðurlag eru samd um hetta:

Norðurlendska Ráðharraráðið

1. leggur dent á, at ílegutilfeingi er týdningarmikið fyri burðardygga menning, og at varðveitsla og burðardygg nýtsla av ílegutilfeingi sostatt verða raðfest høgt í Norðurlondum;
2. váttar meginreglurnar í Kalmar-yvirlýsingini frá 2003 og virðismetir tann týdning, hon hevur havt fyri Norðurlond seinni og at NordGen varð stovnað;
3. tekur til eftirtektar ta týðandi menning, sum er farin fram altjóðaliga síðani Kalmar-yvirlýsingina, tá ið ræður um atgongd at og rættindi til ílegutilfeingi;
4. leggur dent á, at tað er umráðandi at býta vinningin av at gagnnýta ílegutilfeingi rættvíst og rímiligt í samsvari við skyldurnar í lívfrøðimargfeldissáttmálanum (CBD) og protokollina og eisini  altjóða avtaluna um plantur sum ílegutilfeingi (The International Plant Treaty) og onnur viðkomandi amboð, sum eru samtykt við tí í hyggju at býta atgongd og vinning;
5. viðurkennir tørvin á at í størri mun býta vinningin, sum fæst burtur úr altjóða skipanini viðvíkjandi atgongd og vinningi (MLS) undir altjóða avtaluni um plantur sum ílegutilfeingi, bæði peningaliga og ikki-peningaliga, og stuðlar ábøturnar í MLS;
6. tekur undir við Kunming-Montreal-karminum um lívfrøðiligt margfeldi og avgerðini at fáa í lag eina fleirtjóða skipan til tess at býta vinning av gagnnýtslu av talgildari sekvensupplýsing um ílegutilfeingi, sum varð samtykt á 15. partsráðstevnu lívfrøðiligt margfeldissáttmálans (COP 15) hjá ST, og heitir á Norðurlond at taka lut í væleydnaðum framhaldi;
7. viðurkennir, at hvørt Norðurland sær, í samsvar við lógir landsins, skal seta í verk hóskandi tiltøk til tess at tryggja, at siðbundin vitan um ílegutilfeingi, sum upprunafólk og økissamfeløg hava, verður fingin til vegar við upplýsing, undansamtykki ella góðkenning, og eisini at upprunafólk og økissamfeløg verða partur av málinum, og at semja er um tær ásettu treytirnar;
8. tekur til eftirtektar vantandi vitan og ans fyri altjóða rættarkørmum um atgongd at og rættindi til ílegutilfeingi millum teirra, sum bjóða út norðurlendskt ílegutilfeingi;
9. tekur undir við frágreiðingini "Access and Rights to Genetic Resources: a Nordic Approach (II)".

Mælir til, at Norðurlond

10. endurvátta, at allar frægoymslur, sum NordGen goymir, undantikin trygdarsøvn, sum NordGen goymir fyri aðrar ílegubankar, hava felags norðurlendska fyrisiting og eru alment atkomuligar;
11. halda fram at taka lut í altjóða politiskari menning viðvíkjandi ílegutilfeingi fyri matvørur og landbúnað, íroknað varðveitslu og burðardygga gagnnýtslu av tí;
12. eggja til íkast til vinningsbýtisgrunnin undir altjóða avtaluni um plantur sum ílegutilfeingi, eisini frá matvøruídnaðinum;
13. stuðla ábótunum á fleirtjóða skipanina um at býta atgongd og vinning í altjóða avtaluni um plantur sum ílegutilfeingi;
14. einfalda atgongd til ílegutilfeingi fyri matvørur og landbúnað  og viðkomandi talgildar sekvensupplýsingar (DSI) í samsvari við samtykt altjóða amboð til vinningsbýti;
15. viðurkenna ymiskar áskoðanir og tilgongdir millum Norðurlond, tá ið tað er neyðugt at áseta rættarstøðuna hjá villum ílegutilfeingi, skráseta innsavnan av tí og skipa atgongdina at tí;
16. eggja til at økja vitanina um varðveitslu og burðardygga gagnnýtslu av ílegutilfeingi frá ryggleysum dýrum og smáverum og líknandi vandamál um atgongd at og rættindi til slíkt ílegutilfeingi;
17. halda fram við tiltøkum í brúkaralandinum til tess at  lúka atgongdarreglurnar í útbjóðaralondunum og gera vart við hesi tiltøk millum granskarar og onnur virkandi, sum nýta ílegutilfeingi úr øðrum londum;
18. vekja størri ans millum norðurlendskar útbjóðarar og tey, sum nýta ílegutilfeingi, um altjóða menningina, íroknað skyldur um atgongd, vinningsbýti og eisini endamál;    
19. halda fram við at samstarva á norðurlendskum stigi, tá ið tað ræður um at skifta um royndir og um atgongd at og rættindi til ílegutilfeingi, t.d. um viðkomandi felagsnorðurlendskar verkætlanir;        

Mælir til, at NordGen

20. heldur fram at vera ein týdningarmikil felagsnorðurlendskur stovnur fyri verksetan av altjóða avtaluni um plantur sum ílegutilfeingi, og at viðkomandi tilfar, sum er undir fyrisitingini hjá NordGen, skal vera partur av fleirtjóða skipanini fyri at býta atgongd og vinning í altjóða avtaluni um plantur sum ílegutilfeingi;
21. einfaldar atgongd til alt sítt plantuílegutilfeingi til øll endamál og ikki bara til nýtslu á matvøru- og landbúnaðarøkinum;
22. heldur fram við at hava goymslur atkomuligar um grundavtaluna um at flyta tilfar (The Standard Material Transfer Agreement) undir altjóða avtaluni um plantur sum ílegutilfeingi; 
23. einfaldar atgongd  til  DSI, sum hevur samband við plantuílegutilfeingi, sum er varðveitt í ílegubankanum;
24. eggjar tilat gevarar av ”Tilfari í skifti” gera tað alment atkomuligt, um tað er viðkomandi, og rokna tað upp í fleirtjóða skipanina í altjóða avtaluni um plantur sum ílegutilfeingi;
25. stuðlar, at einfaldað atgongd verður latin til villar frændur hjá grøði (CWR), sum NordGen umsitur, og at tilfarið er undir felags norðurlendskari umsiting og alment atkomuligt;
26. strembar eftir einari  formligari avtalu við teir skikkaðu myndugleikarnar í Føroyum og Grønlandi um, hvussu fræískoyti úr Føroyum og Grønlandi skulu útvegast, umsitast og handfarast av NordGen, helst við somu treytum, sum eru galdandi  fyri onnur ískoyti, sum eru í varðveitslu hjá NordGen;
27. tryggjar, at løgfrøðiligur ognarrættur til ílegutilfeingi  frá húsdýrum verður verandi hjá tjóðarligum eigara í teimum førum, tá ið NordGen hevur ílegutilfeingi  frá húsdýrum í varðveitslu á  sínum øki. Atgongd at tilfeingi skal vera í samsvari við viðkomandi ætlan í landinum og/ella viðkomandi eind;                                                              
28. tryggjar, at løgfrøðiligur ognarrættur til ílegutilfeingi frá skógartrøum, sum  NordGen hevur í varðveitslu, verður verandi hjá tjóðarligum eigara. Um hetta tilfeingið skal umsitast av NordGen, skal tað  vera við somu treytum, sum eru galdandi fyri hini fræískoytini hjá NordGen;
29. styrkir samskiftið um atgongd at og rættindi til ílegutilfeingi í Norðurlondum;
30. heldur fram at umsita Svalbard Global Seed Vault i samstarvi við landbúnaðar- og matvørumálaráðið í Noreg og The Crop Trust í samsvari við trípartaavtaluna millum hesar partar.