Hvat er Info Norden?
Info Norden er kunningartænastan hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Endamálið við tænastuni er at gera tað lættari at flyta seg frítt í Norðurlondum. Info Norden veitir yvirlit og snarvegir til tey ið ætla at flyta, arbeiða, lesa ella at reka fyritøku í Norðurlondum.
Info Norden mennir og viðlíkaheldur heimasíðu sína í samstarvi við norðurlendskar mynduleikar, svarar fyrispurningum frá brúkarum, fráboðar møguligar markaforðingar til Markaforðingarráðið, og fyriskipar kunningartiltøk stílaði mynduleikum, málsviðgerðum og øðrum áhugapørtum.
Info Norden hevur skrivstovu í teimum átta norðurlendsku høvuðsstøðunum, og svarar fyrispurningum á donskum, finskum, føroyskum, grønlendskum, íslendskum, norskum, svenskum og á enskum.
Frá 2025 hoyrir Info Norden til Skipanina fyri Frítt Flytiføri í Norðurlondum, í Norðurlendska Ráðharraráðnum.