logo
menu image

Menu

  • Forside
  • Innihaldsyvirlit
  • Norðurlendsk ætlan fyri breksamstarv 2023–2027
  • Norðurlendskt samstarv um brek í altjóða høpi
  • Endamál, mál og norðurlendskt gagn
  • Depilsmál: Menniskjarættindi
  • Depilsmál: Luttøka
  • Depilsmál: Frítt flytføri
  • Eftirmeting
  • Um hesa útgávuna

MENU

 
 

Henda útgávan finst eisini sum netútgáva:
https://pub.norden.org/politiknord2022-735

 
Mynd: iStock
Mynd: Unsplash
Mynd: iStock

Norðurlendsk ætlan fyri breksamstarv 2023–2027

Grundreglurnar í norðurlendska vælferðarsamfelagnum snúgva seg um, at allir borgarar skulu hava somu fortreytir fyri javnbjóðis møguleikum og trygd – uttan mun til kyn, tjóðaruppruna, trúgv, sannføring, virkisførleikar, aldur ella kynssamleika. Øll hava sambært almannarættindum somu atgongd til almannaveitingar, útbúgving, mentan og arbeiðslív.

Menniskjarættindi og luttøka eru afturvendandi grundreglur í norðurlendska breksamstarvinum. Tá ið vit hyggja at menniskjarættindum úr einum fjølbroytnissjónarhorni, vísa vit virðing fyri einstaklingsins serstøku støðu og arbeiða fyri javnstøðu, inklusión ella fyri at gerast varug við vandan fyri mismuni. Okkara áskoðan ella viðferð av persóni veldst ikki bara um eitt, t.d. kyn, kynssamleika, tjóðaruppruna ella virkisførleika, men persónurin eigur at verða sæddur sum ein heild.
 
Norðurlond stremba eftir burðardyggari samfelagsmenning, sum byggir á møguleikarnar hjá borgarunum í Norðurlondum at vera frælsir einstaklingar og nýta síni evni. Norðurlond leggja við sínum arbeiði dent á, at gagn og virði er í einum fevnandi samfelag, har talgild og fysisk umhvørvi eru atkomulig og brúkilig hjá øllum. Algild sniðgeving ger samfelagið atkomuligt hjá øllum – ikki bara teimum, ið bera brek.

Brekpolitikkur snýr seg um at skapa eitt burðardygt samfelag, har ið eingin verður útihýstur. Endamálið við brekpolitikkinum er, at persónar við skerdum førleika verða roknaðir uppí í øllum samfelagsviðurskiftum. Politikkurin er merktur av aðalregluni um rættindi, sum verður útgreinað í verksetan av ST-sáttmálanum um rættindi hjá persónum, ið bera brek (ST-breksáttmáli UNCRPD). Atkoma er ein aðalfortreyt fyri, at tey, ið bera brek, kunnu liva sjálvstøðugt lív og taka lut á jøvnum føti í samfelagnum.

Sambært Framtíðarætlan (Vision 2030) skulu Norðurlond í seinasta lagi í 2030 verða heimsins burðardyggasta og mest integreraða øki. Framtíðarætlanin hevur tríggjar raðfestingar í virkisskránni: grøn Norðurlond, kappingarfør Norðurlond og sosialt burðardygg Norðurlond. Breksamstarvið er sera týdningarmikið, tá ið framtíðarætlanin skal útinnast. Tað er serstakliga viðkomandi í spurninginum um sosialt burðardygg Norðurlond, har ið algild sniðgeving, atkoma og inklusión eru týdningarmiklir partar. Tey, sum bera brek, eru samfelagstilfeingi, og tað er neyðugt, at tey taka lut á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum til tess at røkka teimum politisku málunum viðvíkjandi burðardygd. Til tess at røkka málinum um, at Norðurlond skulu vera heimsins burðardyggasta og best integreraða øki, skal frælst flytføri eisini vera galdandi fyri tey, ið bera brek.

Virkisætlanin fyri árini 2021–2024 lýsir, hvussu Norðurlandaráðið skal arbeiða til tess at røkka málunum í framtíðarætlanini.  Tey øki í virkisætlanini, sum norðurlendska breksamstarvið arbeiðir við, sum eru serstakliga umráðandi, eru menning av arbeiðsmarknaðinum (mál 7), talgilding og útbúgving (mál 8), heilsa og vælferð (mál 9), grønt skifti (mál 10) og inklusión (mál 12).

Teir tríggir partarnir av burðardyggari menning (grønt, kappigarført, sosialt burðardygt) eru týdningarmikil lutur av norðurlendska samstarvinum og veita fortreytir fyri javnsettum møguleikum og tryggleika til øll. Tað er sjónskt samband ímillum Framtíðarætlan 2030 og Agenda 2030 hjá ST, av tí at arbeiðið við framtíðarætlanini er við til at uppfylla ST-ætlanina og heimsmálini. Út frá Agenda 2030 boðskapinum ”Leave no one behind” er tað umráðandi, at Norðurlond megna at integrera javnstøðumál, barna- og ungdómsmál og breksjónarmiðið. Burðardygdarpolitiskar tilgongdir skulu eisini inkludera og vera til gagns fyri tey, ið bera brek. Tað er sostatt umráðandi, at sjónarmiðini verða havd við frá byrjan og í allari tilgongdini.

Altjóða samstarv millum annað í Evroparáðnum og ST og í ES økir norðurlendskt meirvirði við fleiri møguleikum til samrøðu, at skifta um royndir og samstarv. Í hesum er samarbeiði við baltalondini eisini týdningarmikið.

Henda ætlan er Norðurlandaráðsins samarbeiðsskjal við skrá fyri brekøkið og byggir á tilmæli frá virksemi í teimum báðum virkisskráunum frammanundan og viðkomandi ætlanarskjøl í norðurlendskum og altjóða samstarvi.

Tað norðurlendska samstarvið verður fyrst og fremst framt ígjøgnum norðurlendsku samarbeiðsskránna viðvíkjandi brekøkinum, norðurlendska breksamstarvsráðið (Brekráðið, sum er ráðgevandi stovnur fyri alt tað almenna norðurlendska breksamstarvið), stuðulskipanina til norðurlendskt samstarv fyri feløg teirra, ið bera brek, og norðurlendska virksemið hjá teimum deyvblindu. Norðurlendski vælferðardepilin (NVC) hevur ábyrgdina av stuðlinum til verksetan av skránni.

 

 
Mynd: iStock
Mynd: iStock
Mynd: iStock

Norðurlendskt samstarv um brek í altjóða høpi

Norðurlond og Grønland, Føroyar og Áland hava altjóða skyldur viðvíkjandi inklusión av fólki við skerdum førleika, m.a. sum partar av ST-sáttmálum og í sambandi við samstarv í Evroparáðnum og ES. Hetta sama er galdandi fyri baltalondini. Tað er umráðandi, at Norðurlond samarbeiða og fáa nyttu av at samanbera royndir og góð dømi viðvíkjandi fleirfaldum mismuni, minnilutum, vælferð og íbúgvaføðiligari menning.
 

Sameindu tjóðir (ST)

Norðurlond hava skyldur mótvegis ST og eru virkin luttakari í ST-arbeiði fyri menniskjarættindum. Heimsyvirlýsingin um menniskjarættindi (ST-mannarættindayvirlýsingin, 1948) allýsir grundleggjandi menniskjarættindi. Yvirlýsingin hevur 30 greinir, sum tilsamans greiða frá grundleggjandi og alment galdandi frælsi og rættindum.

Yvirlýsingin er grundvøllurin undir altjóða arbeiðinum fyri menniskjarættindum. Rættindini verða m.a. gjørd ítøkilig í sáttmálanum um borgaralig og politisk rættindi (CCPR) og sáttmálanum um fíggjarlig, sosial og mentanarlig rættindi (CESCR), á donskum eisini kallað ØSKR-sáttmálin (á føroyskum FSMR). Sáttmálar viðvíkjandi ávísum bólkum hava ávísar viðkvæmar bólkar í brennidepli og greiða frá teimum almennu sáttmálagreinunum í yvirlýsingini frá 1948 og frá, hvussu tær kunnu fevna um øll. Tað, sum er serstakliga viðkomandi fyri hetta nrðurlendska breksamstarv, er sáttmálarnir um rættindi hjá persónum, sum bera brek (ST-breksáttmálin, UNCRPD), kvinnurættindi (CEDAW) og barnarættindi (CRC). Eisini burðardygdarmálini í Agenda 2030 hjá SAT eru serstakliga viðkomandi fyri tað norðurlendska samastarvið.

 

EVROPARÁÐIÐ

Evroparáðið er ein millumlanda økisfelagsskapur, sum hevur til endamáls at verja fólkaræðið, rættarsamfelagsins grundreglur og menniskjarættindi í Evropa og fremja evropiskt samstarv. Í dag hevur Evroparáðið 46 limalond. Norðurlond eru limir í Evroparáðnum, og samstarvið um menniskjarættindi tekur støði í evropiska menniskjarættindasáttmálanum (Sáttmáli til at verja menniskjarættindi og grundleggjandi frælsisrættindi).

Evroparáðið hevur staðið fyri fleiri útgávum á brekøkinum, serliga um støðuna hjá kvinnum og gentum við skerdum førleika. Istanbulsáttmálin um støðuna hjá kvinnum og gentum og teirra rætt til heilsu og trygd er eisini viðkomandi, og hann hava øll Norðurlond undirskrivað.

 

Evropasamveldið (ES)

Evropakommisjónin gav eina nýggja virkisætlan fyri brekøkið út um várið í 2021: Eitt javnstøðusamveldi: ES-virkisætlan fyri rættindi teirra, sum bera brek 2021-2030. Endamálið við virkisætlanini er at tryggja, at fólk, sum bera brek, skulu fáa tikið lut fult og heilt í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.  ES og øll tess limalond hava staðfest ST-breksáttmálan. Eitt felagsmál, sum er partur av virkisætlanini, er at arbeiða fyri, at sáttmálin verður útintur. Miðstillað í virkisætlanini er javnviðgerð og ikki-mismunur. Høvuðsframtakið hjá ES-kommisjónini er, at í 2022 verður byrjað við ”European resource centre AccesibleEU”, sum styðjar verksetan av atkomukrøvum. 

ES-atkomufyriskipanin (2019/882), sum kom í gildi á vári 2019, krevur, at myndugleikar og virkandi í privata geiranum gera ávísar vørur og tænastur atkomuligar.

Netatkomufyriskipanin (2016/2102) hevur sum endamál at gera almennar vevsíður og telefonappir betur atkomuligar fyri brúkararnar, serstakliga persónar við skerdum førleika. ES-fyriskipan um javnbjóðis viðgerð á arbeiðsmarknaðinum (2000/78) hevur beinleiðis ávirkan, og tað er eisini galdandi fyri fyriskipanirnar um ferðafólkarættindi, sum galda fyri ferðir við bussi (181/2011), báti (1117/2012), toki (1371/2007) og flogfari (264/2004) innan fyri ES og m.a. í Íslandi og Noreg. ES-umboðsstovan fyri grundleggjandi rættindi (FRA) hevur lagt fleiri frágreiðingar fram um støðuna hjá fólki, ið ber brek.

 
Mynd: iStock
Mynd: iStock
Mynd: iStock

Endamál, mál og norðurlendskt gagn

Tað yvirskipaða endamálið við norðurlendsku ætlanini fyri breksamstarv er at vera við í góðari inklusión av fólki, ið ber brek, við styrktari norðurlendskari vitanardeiling og nærri samstarvi viðvíkjandi brekpolitikki. Norðurlendskt breksamstarv:
  • ger gagn í londunum og ger mun fyri norðurlendskar borgarar við skerdum førleikum
  • kemur afturat og styrkir tilgongdir, sum longu eru í landinum, sum hava inklusión í øllum pørtum av samfelagnum sum mál
  • dýpir og skapar samvirkan við annað altjóða samstarv og tilgongdir, sum hava inklusión sum mál
  • skapar fortreytir fyri at skifta um royndir og vitanardeiling, viðlíkahald av førleikum og menning av háttaløgum til at inkludera fólk, ið ber brek, miðvíst og á úrvaldum økjum.
  • økir tilvitið um breksjónarhornið
  • tryggjar teimum, ið bera brek, betri atgongd og atkomumøguleikar í virksemi Norðurlendska Ráðharraráðsins 
  • bøtir um fatanina av Norðurlondum sum eitt nýskapandi, inkluderandi og sosialt burðardygt øki, har ið eingin verður útihýstur
  • sameinir hugtøkini burðardygg menning, javnstøða og barnarættinda- og ungdómssjónarhornið í virksemi
 
Mynd: Martin Zachrisson / norden.org
Mynd: iStock
Mynd: Maud Grøttland / norden.org

Depilsmál: Menniskjarættindi

At stuðla uppundir og styrkja arbeiðið í teimum einstøku londunum við at útinna og halda eyga við ST-sáttmálanum um rættindi hjá persónum við skerdum førleika.

ST-breksáttmálin (UNCRPD) hevur til endamáls at fremja, verja og tryggja, at øll menniskjarættindi og grundleggjandi frælsi fyri øll fólk, ið bera brek, verða troytt til fulnar og á jøvnum føti, og eisini at fremja virðingina fyri teirra íborna virði. Øll Norðurlond hava góðtikið ST-breksáttmálan og seta sáttmálans reglur og siðir í verk. Tað eru nógvar felags avbjóðingar í Norðurlondum og tørvur á meiri og betri vitan eins og góðum dømum um væleydnaða verksetan. Virksemi í depilsmálinum menniskjarættindi stuðlar upp undir tilgongdir, sum fremja ST-breksáttmálan, og nertir eisini við aðrar sáttmálar og arbeiði við menniskjarættindum og brekspurningum alment.

Virksemi innan fyri depilsmálið stuðlar upp undir virkisætlan Norðurlendska Ráðharraráðsins fyri Visión 2030 viðvíkjandi máli 9 um góða, javnsetta og trygga heilsu og vælferð til øll og máli 11, at borgarar í Norðurlondum, serstakliga børn og ung, skulu hava sterkari rødd og luttøku í norðurlendskum samstarvi og fáa meira vitan um mál og mentan í grannalondunum. Virksemið stuðlar eisini upp undir mál 12 um at varðveita álitið og samanhaldið í Norðurlondum, felagsvirðini og norðurlendska felagsskapin við denti á mentan, fólkaræði, javnstøðu, inklusión, ikki-diskriminering og talifrælsi.

Aftur at virkseminum undir depilsmálinum er stuðulsskipanin til brekfelaganna norðurlendska samstarv og deyvblindavirksemi, sum NVC hevur ábyrgd av, eisini við til at styrkja arbeiðið við menniskjarættindum.

Við stuðulsskipanini til brekfelaganna norðurlendska samstarv verður stuðul latin til norðurlendskar fundir og ráðstevnur av áhugapolitiskum slag, sum verða fyriskipað av einum landi ella av felagsnorðurlendskum felag fyri tey, ið bera brek. Stuðulsskipanin styrkir norðurlendska samstarvið millum brekfeløg í øllum Norðurlondum og gevur møguleikar til at skifta um royndir og til netverkssamstarv.

Norðurlendska virksemið viðvíkjandi deyvblindni hevur sum høvuðsendamál at fáa útint ST-breksáttmálan fyri persónar, sum hava bæði vánaliga sjón og vánaliga hoyrn, og sum eru ein viðkvæmur og útihýstur bólkur í samfelagnum. Norðurlendska samstarvið er ein fortreyt fyri, at vitan um deyvblindni skal mennast, av tí at hvørt land sær hevur ov lítla fjøld av deyvblindum til, at arbeiðið kann gerast í landinum. Uppgávan fevnir um útbúgving og menningararbeiði eins og samskipan av arbeiði yvir um mørk millum vinnuvirki og feløg fyri deyvblind í Norðurlondum. Samstarvið vendir sær serstakliga til tey, sum arbeiða á økinum, myndugleikar og granskingarumhvørvi. Ein týdningarmikil uppgáva er at samskipa menning og miðling av vitan í Norðurlondum við verkætlanum, arbeiðsbólkum og netverki.

 

Størri vitan og samrøða um menniskjarættindi og brek

Endamálið við at gera átøk í hesum depilsmáli er at skapa pallar til vitanar- og royndardeiling eins og góð dømi um verksetan av ST-breksáttmálanum. Átøkini styrkja førleikan hjá teimum, sum taka lut í verksetanini av ST-breksáttmálanum og fremja vitan um góð dømi um verksetan av sáttmálanum. Átøkini skapa samvirkanarárin saman við øðrum altjóða samstarvi og tilgongdum, sum miða ímóti inklusión.

Longu í teimum fyrru virkisætlanunum vórðu fleiri átøk sett í gongd. Vælferðardepil Norðurlanda samskipar hetta arbeiðið innan fyri sínar heimildarkarmar í samsvari við loyvisbrævið frá Embætisfólkaráðnum fyri sosial- og heilsupolitikk (EK-S). Vælferðardepil Norðurlanda søkir um pengar til og fremur átøk saman við viðkomandi samarbeiðspartnarum í landinum, í Norðurlondum og úti í heimi. Tilvísingarbólkar verða settir, um neyðugt, og í samstarvi við ávirkaðar partar. Tilvísingarbólkar miða eftir at hava javnt býti millum kynini og eisini hava umboð úr LBGTQ-umhvørvinum. Endamálið er, at meðan arbeiðið fer fram, skal vitan fáast til vega og breiðast út, sum kann brúkast í verki til at fremja verksetan av ST-breksáttmálanum. Í ætlanarskeiðinum verða hvørt ár hildin norðurlendsk tiltøk í sambandi við ST-statspartafundir COSP fyri CRPD.

Til tess at styrkja barna- og ungdómssjónarhornið í tí norðurlendska breksamstarvinum skal haldast ein serfrøðingafundur hvørt ár við umboðum fyri áhugafeløg hjá teimum ungu, ið bera brek. Temu og innihald á fundunum skulu byggja á tørv og ynski hjá børnum og ungum. Finnast skulu eisini nýggj háttaløg til tess at flætta sjónarhorn hjá børnum og ungum saman við avgerðunum hjá teimum vaksnu og teimum mynstrum, sum oftast byggja á sjónarhorn teirra vaksnu. Aftur at kjakinum um tíðarbær evni fyri børn og ung við skerdum førleika skulu ungdómsumboðini eisini hava upplýsing um ætlanirnar hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum um norðurlendskt breksamstarv og um Brekráðið.

 

Framhaldsviðgerð av verksetan av ST-breksáttmálanum

Við tað, at tey hava góðtikið ST-breksáttmálan, skulu statspartarnir lata tí serstøku ST-breknevndini frágreiðing um verksetanina. Tað er týdningarmikið at útvega hagtøl og vitan um, hvussu sáttmálin verður settur í verk í Norðurlondum og í Grønlandi, Føroyum og Álandi. Vælferðardepil Norðurlanda fær nýggja heimild til at savna inn vitan um verksetanina av ST-breksáttmálanum og framhaldandi viðgera fráfreiðingar til ST frá Norðurlondum og tey tilmæli, sum ST kemur við í síni kanning av verksetanini í teimum einstøku londunum. 

Í ætlanarskeiðinum skal gerast skráseting av netverks- og granskingarverkætlanum, sum eru í gongd. Tær skulu útvega upplýsing um, hvussu rættindi teirra, sum bera brek, verða sett í verk í Norðurlondum. Skrásetingin skal eisini vísa, í hvussu stóran mun tey, sum bera brek, taka lut í gransking.

Vælferðardepil Norðurlanda fær eisini heimild til– saman við teimum virkandi í landinum, í norðurlendskum høpi og granskingarstovnum – at gera greining av, hvussu ymiskir altjóða felagsskapir, m.a. felagsskapir fyri upprunafólk, arbeiða við framhaldandi viðgerð av ST-breksáttmálanum. Tað má eisini framhaldandi arbeiðast við, hvussu viðkomandi partar, eitt nú EU Disability Platform, arbeiða við ST-breksáttmálanum.

Hóast øll Norðurlond hava rættiliga nógvar dátur, hagtøl og ábendingar til at kunna fylgja støðuni og menningini í lívskorum teirra, ið bera brek, máta londini á ymsan hátt við ymiskum háttalag og ymiskum allýsingum av bólkum, og tað ger tað torførari at gera samanberandi greiningar. Til tess at fylgja menningini og avdúka veikleikar er tað týdningarmikið, at ein arbeiðir við hagtølum á brekøkinum, sum kunnu samanberast.

Í framhaldsviðgerð av tilmælunum í frágreiðingini Nordic indicators for cooperation on disability 
skulu í ætlanarskeiðinum hagtøl savnast og samanberast á fýra økjum: mismunur, útbúgving, arbeiðslív og atkomuviðurskifti. Endamálið við tiltøkunum er at evna til hagtøl, sum kunnu samanberast viðvíkjandi brekøkinum í Norðurlondum og vitan um verksetan av ST-breksáttmálanum í Norðurlondum. Tað skal arbeiðast víðari við ES-samstarvinum um hagtøl viðvíkjandi fólki, ið ber brek. Samstarv við Nordisk Medicinalstatistisk Komité (NOMESKO) og Nordisk Socialstatistisk Komité (NOSOSKO) skal umrøðast. Verkætlanargongdin verður umrødd saman við MR-JUST.

 
Mynd: Ricky Molloy / norden.org
Mynd: iStock
Mynd: iStock

Depilsmál: Luttøka

At brúka algild fysisk og talgild umhvørvi til tess at bøta inklusión, fremja javnstøðu og luttøku og mótvirka, at mismunur verður persónum fyri, sum hava skerdan førleika, allastaðni í tí norðurlendska samfelagnum við at flætta breksjónarhornið inn á røttum stað í arbeiðinum við burðardyggari menning.

Burðardygg menning av norðurlendska vælferðarsamfelagnum veldst um, at so stórur partur av arbeiðsførum fólki sum møguligt er í arbeiði. Arbeiðslívið er ein rekmáttur í teimum norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum og hevur avgerandi týdning bæði fyri vinnulívið og einstaklingin. Nógv og dugnalig arbeiðsfólk, góð arbeiðskor og gott arbeiðsumhvørvi er neyðugt til tess at skapa grøn, kappingarfør og sosialt burðardygg Norðurlond. Tað krevur fevnandi útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarpolitikk. Tað krevur eisini upplýsingartiltøk og tiltøk, sum kunnu broyta hugburð hjá arbeiðsgevarum, arbeiðstakarum og samfelagnum sum heild til tess at veita fólki, ið bera brek, betri møguleikar at fáa fótin fastan á arbeiðsmarknaðinum. Í samsvari við niðurstøðuna í frágreiðingini The Future of Work in the Nordic countries: Opportunities and Challenges for the Nordic Working Life Models (2021) skulu Norðurlond evna til betri virkisætlanir til tess at minka um vaksandi sosialar gjáir í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum í Norðurlondum. Tað er ein týdningarmikil fyritreyt í Norðurlondum, at tey duga at handfara skiftið til framtíðararbeiðsmarknað í tíðini eftir COVID-19.

Eitt meiri alment formað samfelag og menning av og atgongd til nýggja tøkni, eisini útbúgvingartiltøk, rudda slóð fyri betri inklusión og størri stálvstøðu fyri fólk við skerdum førleika. Virksemi, sum hevur til endamáls at veita betri atkomu, er við til at inkludera viðkvæmar bólkar, t.d. tey, sum eru úr fremmandum londum, ella LBGTQ-persónar við skerdum førleika. Tað norðurlendska samstarvið og virksemið á hesum depilsmáli er við til at styrkja inklusión á øllum økjum í lívinum, serstakliga á útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarøkinum. Í vinnuvirkjum, sum hava við útbúgving at gera, er týdningarmikið at taka barna- og ungdómssjónarhornið við. Í ætlanarskeiðinum skal formanslandið fremja tiltøk, sum eru viðkomandi fyri brekpolitikkin í landinum, og sum eru við til at gera gagn í Norðurlondum við royndum og vitan.
 
Virksemi í hesum depilsmáli er íkast til mál 7 í virkisætlan Norðurlendska Ráðharraráðsins um at menna dugnaskap og væl virkandi arbeiðsmarknaðir við førleikamenning, sum svara til tey krøv, sum grøna skiftið og talgild menning hava við sær, og sum styðja upp undir frælst flytføri í Norðurlondum. Virksemi er eisini íkast til mál 9 um góða, javna og trygga heilsu og vælferð til øll.
 
 

Sameining av breksjónarhornum í virksemi Norðurlendska Ráðharraráðsins

Norðurlendska Ráðharraráðið arbeiðir miðvíst við at styrkja breksjónarhornið á øllum viðkomandi politiskum økjum. Arbeiðið við at sameina breksjónarhorn við norðurlendskt stjórnarsamstarv snýr seg um at menna medvit, integrering og framhaldsviðgerð av breksjónarhornum á teimum politisku økjunum og um innanhýsis arbeiðið við atkomu í avgreiðsluni hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum og á tess stovnum. Innanhýsis netverkið til integrering av breksjónarhorninum í Norðurlendska Ráðharraráðnum er sera týdningarmikið í integreringini á ymiskum politiskum økjum. Í ætlanarskeiðinum skulu mál um at integrera breksjónarhornið á ymiskum politiskum økjum stuðla upp undir samrøðuna viðvíkjandi fakøki.
 
 

Royndardeiling viðvíkjandi almennum innkeypi og fólki, sum bera brek

Almenn innkeyp og algild sniðgáva

Atkoma snýr seg um at veita øllum borgarum møguleika at taka lut í samfelagnum á jøvnum føti uttan mun til virkisførleikar. Har kunnu vit hjálpa til við at taka støði í algildari sniðgávu og seta krøv um atkomumøguleikar í sambandi við almenn innkeyp. Harafturat hava ávísar lógir ásetingar um almenn innkeyp og aðrar lógir krav um, at fyrilit skal havat fyri tørv og fortreytum hjá øllum borgarum. Í ætlanarskeiðinum skal greining gerast av, hvussu Norðurlond seta talgilda sniðgávu í verk í almennum innkeypi.
 


Alment innkeyp av tænastum til fólk, sum bera brek – góð útlit fyri siðvenju í Norðurlondum 

Tað er umráðandi at deila royndir viðvíkjandi, hvussu tænastur til fólk, ið bera brek, verða veittar í Norðurlondum. Endamálið við tiltakinum er at skráseta góðar siðvenjur í Norðurlondum, tá ið talan er um alment innkeyp av tænastum til fólk, sum bera brek. Ein góð siðvenja kann t.d. vera, at fólk, sum bera brek, verða tikin við upp á ráð, t.d. tá ið talan er um innkeyp av persónliga tillagaðum tænastum, atkomu og uppskot til at bøta um tænastur á sosial- og heilsuøkinum.
 
 

Royndir við arbeiðsfremjandi tiltøkum í sambandi við alment innkeyp

Ein myndugleiki, sum skal keypa inn fyri tað almenna, kann eisini seta krøv um starvssetan til veitaran, sum skal bjóða fólkum, sum bera brek,[1]https://www.upphandlingsmyndigheten.se/om-hallbar-upphandling/socialt-hallbar-upphandling/upphandling-med-mal-att-oka-sysselsattningen/kunskapsbank-sysselsattningskrav/ størv ella prakktikk- ella lærupláss. Í ætlanarskeiðinum skal skráseting gerast av royndum við arbeiðsfremjandi tiltøkum í sambandi við innkeyp hjá tí almenna í Norðurlondum.
 
Arbeiðið við at deila royndir viðvíkjandi almennum innkeypi og fólki, ið ber brek, kann fremjast í samstarvi við borgarasamfelags- og granskingarstovnar í samráð við landsins innkeypsmyndugleikar.
 
 

Talgildur førleiki, algild sniðgáva og luttøka

Tann bráða talgildingin av samfelagnum er bæði ein møguleiki og ein hóttan ímóti teimum, ið bera brek. Til tess at fáa talgilda integratión skulu talgildar loysnir evnast til á slíkan hátt, at øll fáa brúkt tær, og fólk, ið bera brek, skulu hava grundleggjandi talgildan førleika. Talgildingin gevur eisini fólki, ið ber brek, nýggjar møguleikar. Tað kann t.d. vera talan um at fáa atgongd til upplýsingar sjálv og brúka tænastur, sum fyrr kravdu persónliga hjálp ella dýrar serloysnir. Við nýggjari tøkni og snildum talgildum loysnum kunnu sostatt eisini fleiri fólk, ið bera brek, fáa atgongd til arbeiðslívið.
 
Í ætlanarskeiðinum verður farið undir eina verkætlan, sum hevur til endamáls at skapa ein pall til at skifta um royndir við algildari sniðgávu av netstøðum, mobilappum og talgildum førleikum. Serliga verður dentur lagdur á, hvussu ES-atkomufyriskipanin (2016/2102) er blivin sett í verk í Norðurlondum. Fyriskipann hevur til endamáls at gera netstøð og mobilappir hjá tí almenna meira atkomulig fyri brúkararnar, serstakliga fólk, ið bera brek. Samstarv verður umrøtt við EK-U, MR-Digital og EK-S.
 
 

Inkluderandi arbeiðslív í Norðurlondum

Støðan hjá ungum og vaksnum við skerdum førleika á arbeiðsmarknaðinum er enn merkt av útihýsing. Endamálið er at savna vitan og seta saman hagtøl um fólk, ið ber brek, og arbeiðsmarknað. Í arbeiðstíðarskeiðinum skulu hvørt ár haldast serfrøðinganámskeið og aðrir norðurlendskir fundir við hesum tema. Á serfrøðinganámskeiðunum er týdningarmikið, at javnt kynsbýti er millum luttakararnar, og at minnilutar eru umboðaðir. Samskifti við ILO’s Global Business and Disability Network og aðrar viðkomandi altjóða stovnar og netverk verður tikið upp.

Í ætlanarskeiðinum verður virksemi framt, sum skapar vitan og økir samstarvið um hagtøl, háttaløg, tiltøk og verkætlanir, sum viðvíkja brekøkinum og luttøku í arbeiðslívi. Ein partur av Inkluderandi arbeiðslívi í Norðurlondum er at fylgja verkætlanini viðvíkjandi viðkvomum bólkum á arbeiðsmarknaðinum (2022-2024). Verkætlanin verður framd av arbeiðslívsøkinum. Í ætlanarskeiðinum skal gerast ein útgreining av tí, sum forðar fólki, ið ber brek, at koma inn á arbeiðsmarknaðin. Ein partur av hesi greining skal vera, at ein skráseting verður gjørd av teimum tiltøkum, sum eru við til at minka um hesar forðingar. Nordisk Medicinalstatistisk Komité (NOMESKO) og Nordisk Socialstatistisk Komité (NOSOSKO) tekur lut í skrásetingini við hagtølum á hesum øki. Virksemið og fíggingin verða umrødd saman við arbeiðslívsgeiranum og møguliga eisini vinnulívsgeiranum eins og útbúgvingar- og granskingarøkinum.

Footnotes

  1. ^ https://www.upphandlingsmyndigheten.se/om-hallbar-upphandling/socialt-hallbar-upphandling/upphandling-med-mal-att-oka-sysselsattningen/kunskapsbank-sysselsattningskrav/
 
Mynd: iStock
Mynd: Isabella Lindblom / norden.org
Mynd: iStock

Depilsmál: Frítt flytføri

At fremja frítt flytføri og taka burtur markaforðingar, sum serstakliga ávirka fólk við skerdum førleika.

Eitt raðfest øki í norðurlendskum samstarvi er at leggja dent á og taka burtur markaforðingar fyri flytføri millum londini. Eisini ES miðar serstakliga eftir at taka burtur forðingar fyri fólk við skerdum førleika. Virksemi á hesum øki fremur frítt flytføri fyri fólk, sum eru í vanda fyri at verða darvað av markaforðingum vegna ymiskar lógir og fyrisitingarligar siðvenjur í Norðurlondum.

Virksemið í hesum depilsmáli fevnir um mál 7 í virkisætlan Norðurlendska Ráðharraráðsins viðvíkjandi menning av førleikum og vælvirkandi arbeiðsmarknaðum, sum samsvara við tey krøv, sum tað grøna skiftið og talgild menning seta, og stuðlar upp undir frítt flytføri í Norðurlondum, og mál 8 um at fáa nyttu av talgilding og útbúgving til tess at knýta Norðurlond enn tættari saman.

 

Breksjónarhornið í norðurlendska samstarvinum um frítt flytføri

Hetta virksemi styrkir førleikarnar í breksjónarhorninum hjá teimum virkandi, sum gera útgreiningar og hava uppskot til at loysa trupulleikar við markaforðingum, samstundis sum tað økir førleikarnar í markaforðingarsamstarvi hjá limum í Brekráðnum. Í ætlanarskeiðinum skal Norðurlendska Ráðharraráðið stremba eftir at fáa í lag samstarvsavtalur við tí fyri eyga at finna loysnir fyri fólk, ið bera brek, í Norðurlondum, so at tey t.d. fáa høvi at arbeiða eitt stutt skifti í øðrum Norðurlandi. Brekráðið stuðlar sum serfrøðingabólkur hetta virksemi.

Ein støðufrágreiðing verður skrivað um norðurlendskt flytføri og brek. Frágreiðingin leggur dent á markaforðingar á sosial- og arbeiðsmarknaðarøkinum. Tað verður fylgt við grannskoðanini av Stuðulsnevndini, og hennara týdningur fyri fólk, ið bera brek, verður greinaður.

Skiftiskráin Nordpluss bjóðar eyka studning til fólk, ið hava tørv á eyka stuðli vegna skerdan førleika. Í ætlanarskeiðinum verður fylgt við, hvussu mong lesandi, ið bera brek, søkja um skiftispláss frá Nordpluss skránni. Eitt samstarv verður fingið í lag um marknaðarføring av Nordpluss skránni á árligum fundum fyri umboð teirra ungu, sum bera brek.

Tað verða hildin námskeið á hvørjum ári við teimum, sum virka innan fyri markaforðingarsamstarvið. Hetta fer eisini at umfata samtalu við teknmálsnetverkið viðvíkjandi tulkaskipanum og flytføri.  Áður gjørt virksemi um flytføri hjá lesandi verður eftirmett. Samstarvið heldur fram millum viðkomandi partar, sum hava ábyrgdina av Ráðharraráðsins brek- og markaforðingarskrá. Tað snýr seg til dømis um Brekráðið, Markaforðingarráðið og upplýsingartænastuna Info Norden. Virksemið verður gjørt innan fyri teir vanligu fíggjarkarmarnar hjá samstarvsfeløgunum.

 

Framhaldsviðgerð og menning av nýggjum talgildum loysnum viðvíkjandi markaforðingum

Í dag finst ikki sínámillum góðkenning av brekstøðu millum ES-limalond, og tað er ein avbjóðing hjá fólki, ið ber brek, av tí at breksamleikakortið í teirra landi kanska ikki verður góðkent í øðrum limalondum.

ES- breksamleikakortið (EU Disability card) tryggjar fólki, ið ber brek, atgongd til tænastur tvørtur um landamørk, fyrst og fremst á mentanar-, frítíðar-, ítróttar- og ferðaøkinum. Kortið er ein hjálp til javna og virkna luttøku í samfelagnum.

Finnland og Estland hava síðani 2016 verið við í eini royndarætlan viðvíkjandi at brúka kortið. ES-brekmannagongd 2021-2030 hevur eitt høvuðsframtak, sum skal gera ES-brekkortið atkomuligt í øllum limalondum í 2023. Í arbeiðstíðarskeiðinum skal framhaldandi arbeiðast við royndum Finnlands og Estlands við kortinum, og pallar skulu stovnast til at deila upplýsingar.

 

Norðurlendskt e-samleikaprógv og fólk, ið bera brek

Norðurlond verða væntandi heimsins burðardyggasta og best samskipaða øki í 2030. Heimurin gerst talgildur við nógvari ferð, og samskipan av tøkniligum samleikaprógvum fer at gera sambandið við myndugleikar lættari fyri borgarar í Norðurlondum. Norðurlond hava hvørt sær vælvirkandi tøkniligar skipanir til samleikaeyðmerking. Innan fyri karmar norðurlendska samstarvsins er avgerð tikin um, at tað skal vera møguligt hjá talgildum brúkarum í Norðurlondum og í baltalondunum at nýta e-samleikaprógv úr sínum heimlandi til at eyðmerkja seg í talgildum tænastum í hinum londunum í økinum.

Í ætlanarskeiðinum skal kannast, hvørjar tænastur til fólk, ið bera brek, høvdu kunnað verið knýttar upp í landsins tøkniligu samleikaloysnir, sum skulu kunna brúkast tvørtur um landamørk í Norðurlondum og Baltikum. Samstarv verður umrøtt við MR-digital.

 

 

Eftirmeting


Ein uttanhýsis eftirmeting skal gerast í 2024 og 2026. Úrslitini verða løgd fram fyri EK-S í sambandi við frágreiðingina um ætlanina og arbeiðið hjá Brekráðnum. Kannarin hevur samband við tey virki, sum virka sum verkætlanarleiðarar fyri alt tað ymiska virksemið. Støðufrágreiðingin verður evnað til av avgreiðsludeildini í Ráðharraráðsins Brekráði í Norðurlanda vælferðardeplinum. Norðurlandaráðið verður kunnað um støðu ætlaninnar í 2023, 2025 og 2027. Farið verður gjøgnum ætlanina eftir 2024 til tess at tryggja, at hon er í samsvari við framtíðar visiónsvirkisætlan. 

 

Mynd: Tor Solstad
 

Um hesa útgávuna

Norðurlendsk ætlan fyri breksamstarv 2023–2027 

 

PolitikNord 2022:735
ISBN  978-92-893-7419-4 PDF 
ISBN  978-92-893-7420-0 ONLINE 
http://dx.doi.org/10.6027/politiknord2022-735

© Norðurlendska ráðharraráðið 2022

Sniðgáva: Mette Agger Tang
Kápumynd: Ritzau / Scanpix

Kemur út á føroyskum: desembur 2022

 


Norðurlendska samstarvið

Norðurlendska samstarvið er eitt tað víðfevndasta økissamstarvið í heiminum. Samstarvið fevnir um 
Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki og Føroyar, Grønland og Áland.

Norðurlendska samstarvið er politiskt, búskaparliga og mentanarliga kjølfest, og tað er týðandi partur í 
evropiskum og altjóða samstarvi. Norðurlendski felagsskapurin virkar fyri sterkum Norðurlondum í einum sterkum Evropa. 

Norðurlendska samstarvið vil styrkja áhugamál og virði hjá Norðurlondum á øllum økjum í einum 
altjóðagjørdum umheimi. Felags virði landanna millum eru við til at styrkja støðu Norðurlanda sum eitt av heimsins mest nýhugsandi og kappingarførastu økjum.

Norðurlandaráði
Nordens Hus
Ved Stranden 18
DK-1061 København K
www.norden.org

Les fleiri norðurlendskar útgávur: www.norden.org/da/publikationer