Henda útgávan finst eisini sum netútgáva:
https://pub.norden.org/politiknord2022-735
Grundreglurnar í norðurlendska vælferðarsamfelagnum snúgva seg um, at allir borgarar skulu hava somu fortreytir fyri javnbjóðis møguleikum og trygd – uttan mun til kyn, tjóðaruppruna, trúgv, sannføring, virkisførleikar, aldur ella kynssamleika. Øll hava sambært almannarættindum somu atgongd til almannaveitingar, útbúgving, mentan og arbeiðslív.
Menniskjarættindi og luttøka eru afturvendandi grundreglur í norðurlendska breksamstarvinum. Tá ið vit hyggja at menniskjarættindum úr einum fjølbroytnissjónarhorni, vísa vit virðing fyri einstaklingsins serstøku støðu og arbeiða fyri javnstøðu, inklusión ella fyri at gerast varug við vandan fyri mismuni. Okkara áskoðan ella viðferð av persóni veldst ikki bara um eitt, t.d. kyn, kynssamleika, tjóðaruppruna ella virkisførleika, men persónurin eigur at verða sæddur sum ein heild.
Norðurlond stremba eftir burðardyggari samfelagsmenning, sum byggir á møguleikarnar hjá borgarunum í Norðurlondum at vera frælsir einstaklingar og nýta síni evni. Norðurlond leggja við sínum arbeiði dent á, at gagn og virði er í einum fevnandi samfelag, har talgild og fysisk umhvørvi eru atkomulig og brúkilig hjá øllum. Algild sniðgeving ger samfelagið atkomuligt hjá øllum – ikki bara teimum, ið bera brek.
Brekpolitikkur snýr seg um at skapa eitt burðardygt samfelag, har ið eingin verður útihýstur. Endamálið við brekpolitikkinum er, at persónar við skerdum førleika verða roknaðir uppí í øllum samfelagsviðurskiftum. Politikkurin er merktur av aðalregluni um rættindi, sum verður útgreinað í verksetan av ST-sáttmálanum um rættindi hjá persónum, ið bera brek (ST-breksáttmáli UNCRPD). Atkoma er ein aðalfortreyt fyri, at tey, ið bera brek, kunnu liva sjálvstøðugt lív og taka lut á jøvnum føti í samfelagnum.
Sambært Framtíðarætlan (Vision 2030) skulu Norðurlond í seinasta lagi í 2030 verða heimsins burðardyggasta og mest integreraða øki. Framtíðarætlanin hevur tríggjar raðfestingar í virkisskránni: grøn Norðurlond, kappingarfør Norðurlond og sosialt burðardygg Norðurlond. Breksamstarvið er sera týdningarmikið, tá ið framtíðarætlanin skal útinnast. Tað er serstakliga viðkomandi í spurninginum um sosialt burðardygg Norðurlond, har ið algild sniðgeving, atkoma og inklusión eru týdningarmiklir partar. Tey, sum bera brek, eru samfelagstilfeingi, og tað er neyðugt, at tey taka lut á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum til tess at røkka teimum politisku málunum viðvíkjandi burðardygd. Til tess at røkka málinum um, at Norðurlond skulu vera heimsins burðardyggasta og best integreraða øki, skal frælst flytføri eisini vera galdandi fyri tey, ið bera brek.
Virkisætlanin fyri árini 2021–2024 lýsir, hvussu Norðurlandaráðið skal arbeiða til tess at røkka málunum í framtíðarætlanini. Tey øki í virkisætlanini, sum norðurlendska breksamstarvið arbeiðir við, sum eru serstakliga umráðandi, eru menning av arbeiðsmarknaðinum (mál 7), talgilding og útbúgving (mál 8), heilsa og vælferð (mál 9), grønt skifti (mál 10) og inklusión (mál 12).
Teir tríggir partarnir av burðardyggari menning (grønt, kappigarført, sosialt burðardygt) eru týdningarmikil lutur av norðurlendska samstarvinum og veita fortreytir fyri javnsettum møguleikum og tryggleika til øll. Tað er sjónskt samband ímillum Framtíðarætlan 2030 og Agenda 2030 hjá ST, av tí at arbeiðið við framtíðarætlanini er við til at uppfylla ST-ætlanina og heimsmálini. Út frá Agenda 2030 boðskapinum ”Leave no one behind” er tað umráðandi, at Norðurlond megna at integrera javnstøðumál, barna- og ungdómsmál og breksjónarmiðið. Burðardygdarpolitiskar tilgongdir skulu eisini inkludera og vera til gagns fyri tey, ið bera brek. Tað er sostatt umráðandi, at sjónarmiðini verða havd við frá byrjan og í allari tilgongdini.
Altjóða samstarv millum annað í Evroparáðnum og ST og í ES økir norðurlendskt meirvirði við fleiri møguleikum til samrøðu, at skifta um royndir og samstarv. Í hesum er samarbeiði við baltalondini eisini týdningarmikið.
Henda ætlan er Norðurlandaráðsins samarbeiðsskjal við skrá fyri brekøkið og byggir á tilmæli frá virksemi í teimum báðum virkisskráunum frammanundan og viðkomandi ætlanarskjøl í norðurlendskum og altjóða samstarvi.
Tað norðurlendska samstarvið verður fyrst og fremst framt ígjøgnum norðurlendsku samarbeiðsskránna viðvíkjandi brekøkinum, norðurlendska breksamstarvsráðið (Brekráðið, sum er ráðgevandi stovnur fyri alt tað almenna norðurlendska breksamstarvið), stuðulskipanina til norðurlendskt samstarv fyri feløg teirra, ið bera brek, og norðurlendska virksemið hjá teimum deyvblindu. Norðurlendski vælferðardepilin (NVC) hevur ábyrgdina av stuðlinum til verksetan av skránni.
Norðurlond og Grønland, Føroyar og Áland hava altjóða skyldur viðvíkjandi inklusión av fólki við skerdum førleika, m.a. sum partar av ST-sáttmálum og í sambandi við samstarv í Evroparáðnum og ES. Hetta sama er galdandi fyri baltalondini. Tað er umráðandi, at Norðurlond samarbeiða og fáa nyttu av at samanbera royndir og góð dømi viðvíkjandi fleirfaldum mismuni, minnilutum, vælferð og íbúgvaføðiligari menning.
Norðurlond hava skyldur mótvegis ST og eru virkin luttakari í ST-arbeiði fyri menniskjarættindum. Heimsyvirlýsingin um menniskjarættindi (ST-mannarættindayvirlýsingin, 1948) allýsir grundleggjandi menniskjarættindi. Yvirlýsingin hevur 30 greinir, sum tilsamans greiða frá grundleggjandi og alment galdandi frælsi og rættindum.
Yvirlýsingin er grundvøllurin undir altjóða arbeiðinum fyri menniskjarættindum. Rættindini verða m.a. gjørd ítøkilig í sáttmálanum um borgaralig og politisk rættindi (CCPR) og sáttmálanum um fíggjarlig, sosial og mentanarlig rættindi (CESCR), á donskum eisini kallað ØSKR-sáttmálin (á føroyskum FSMR). Sáttmálar viðvíkjandi ávísum bólkum hava ávísar viðkvæmar bólkar í brennidepli og greiða frá teimum almennu sáttmálagreinunum í yvirlýsingini frá 1948 og frá, hvussu tær kunnu fevna um øll. Tað, sum er serstakliga viðkomandi fyri hetta nrðurlendska breksamstarv, er sáttmálarnir um rættindi hjá persónum, sum bera brek (ST-breksáttmálin, UNCRPD), kvinnurættindi (CEDAW) og barnarættindi (CRC). Eisini burðardygdarmálini í Agenda 2030 hjá SAT eru serstakliga viðkomandi fyri tað norðurlendska samastarvið.
Evroparáðið er ein millumlanda økisfelagsskapur, sum hevur til endamáls at verja fólkaræðið, rættarsamfelagsins grundreglur og menniskjarættindi í Evropa og fremja evropiskt samstarv. Í dag hevur Evroparáðið 46 limalond. Norðurlond eru limir í Evroparáðnum, og samstarvið um menniskjarættindi tekur støði í evropiska menniskjarættindasáttmálanum (Sáttmáli til at verja menniskjarættindi og grundleggjandi frælsisrættindi).
Evroparáðið hevur staðið fyri fleiri útgávum á brekøkinum, serliga um støðuna hjá kvinnum og gentum við skerdum førleika. Istanbulsáttmálin um støðuna hjá kvinnum og gentum og teirra rætt til heilsu og trygd er eisini viðkomandi, og hann hava øll Norðurlond undirskrivað.
Evropakommisjónin gav eina nýggja virkisætlan fyri brekøkið út um várið í 2021: Eitt javnstøðusamveldi: ES-virkisætlan fyri rættindi teirra, sum bera brek 2021-2030. Endamálið við virkisætlanini er at tryggja, at fólk, sum bera brek, skulu fáa tikið lut fult og heilt í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. ES og øll tess limalond hava staðfest ST-breksáttmálan. Eitt felagsmál, sum er partur av virkisætlanini, er at arbeiða fyri, at sáttmálin verður útintur. Miðstillað í virkisætlanini er javnviðgerð og ikki-mismunur. Høvuðsframtakið hjá ES-kommisjónini er, at í 2022 verður byrjað við ”European resource centre AccesibleEU”, sum styðjar verksetan av atkomukrøvum.
ES-atkomufyriskipanin (2019/882), sum kom í gildi á vári 2019, krevur, at myndugleikar og virkandi í privata geiranum gera ávísar vørur og tænastur atkomuligar.
Netatkomufyriskipanin (2016/2102) hevur sum endamál at gera almennar vevsíður og telefonappir betur atkomuligar fyri brúkararnar, serstakliga persónar við skerdum førleika. ES-fyriskipan um javnbjóðis viðgerð á arbeiðsmarknaðinum (2000/78) hevur beinleiðis ávirkan, og tað er eisini galdandi fyri fyriskipanirnar um ferðafólkarættindi, sum galda fyri ferðir við bussi (181/2011), báti (1117/2012), toki (1371/2007) og flogfari (264/2004) innan fyri ES og m.a. í Íslandi og Noreg. ES-umboðsstovan fyri grundleggjandi rættindi (FRA) hevur lagt fleiri frágreiðingar fram um støðuna hjá fólki, ið ber brek.
ST-breksáttmálin (UNCRPD) hevur til endamáls at fremja, verja og tryggja, at øll menniskjarættindi og grundleggjandi frælsi fyri øll fólk, ið bera brek, verða troytt til fulnar og á jøvnum føti, og eisini at fremja virðingina fyri teirra íborna virði. Øll Norðurlond hava góðtikið ST-breksáttmálan og seta sáttmálans reglur og siðir í verk. Tað eru nógvar felags avbjóðingar í Norðurlondum og tørvur á meiri og betri vitan eins og góðum dømum um væleydnaða verksetan. Virksemi í depilsmálinum menniskjarættindi stuðlar upp undir tilgongdir, sum fremja ST-breksáttmálan, og nertir eisini við aðrar sáttmálar og arbeiði við menniskjarættindum og brekspurningum alment.
Virksemi innan fyri depilsmálið stuðlar upp undir virkisætlan Norðurlendska Ráðharraráðsins fyri Visión 2030 viðvíkjandi máli 9 um góða, javnsetta og trygga heilsu og vælferð til øll og máli 11, at borgarar í Norðurlondum, serstakliga børn og ung, skulu hava sterkari rødd og luttøku í norðurlendskum samstarvi og fáa meira vitan um mál og mentan í grannalondunum. Virksemið stuðlar eisini upp undir mál 12 um at varðveita álitið og samanhaldið í Norðurlondum, felagsvirðini og norðurlendska felagsskapin við denti á mentan, fólkaræði, javnstøðu, inklusión, ikki-diskriminering og talifrælsi.
Aftur at virkseminum undir depilsmálinum er stuðulsskipanin til brekfelaganna norðurlendska samstarv og deyvblindavirksemi, sum NVC hevur ábyrgd av, eisini við til at styrkja arbeiðið við menniskjarættindum.
Við stuðulsskipanini til brekfelaganna norðurlendska samstarv verður stuðul latin til norðurlendskar fundir og ráðstevnur av áhugapolitiskum slag, sum verða fyriskipað av einum landi ella av felagsnorðurlendskum felag fyri tey, ið bera brek. Stuðulsskipanin styrkir norðurlendska samstarvið millum brekfeløg í øllum Norðurlondum og gevur møguleikar til at skifta um royndir og til netverkssamstarv.
Norðurlendska virksemið viðvíkjandi deyvblindni hevur sum høvuðsendamál at fáa útint ST-breksáttmálan fyri persónar, sum hava bæði vánaliga sjón og vánaliga hoyrn, og sum eru ein viðkvæmur og útihýstur bólkur í samfelagnum. Norðurlendska samstarvið er ein fortreyt fyri, at vitan um deyvblindni skal mennast, av tí at hvørt land sær hevur ov lítla fjøld av deyvblindum til, at arbeiðið kann gerast í landinum. Uppgávan fevnir um útbúgving og menningararbeiði eins og samskipan av arbeiði yvir um mørk millum vinnuvirki og feløg fyri deyvblind í Norðurlondum. Samstarvið vendir sær serstakliga til tey, sum arbeiða á økinum, myndugleikar og granskingarumhvørvi. Ein týdningarmikil uppgáva er at samskipa menning og miðling av vitan í Norðurlondum við verkætlanum, arbeiðsbólkum og netverki.
Endamálið við at gera átøk í hesum depilsmáli er at skapa pallar til vitanar- og royndardeiling eins og góð dømi um verksetan av ST-breksáttmálanum. Átøkini styrkja førleikan hjá teimum, sum taka lut í verksetanini av ST-breksáttmálanum og fremja vitan um góð dømi um verksetan av sáttmálanum. Átøkini skapa samvirkanarárin saman við øðrum altjóða samstarvi og tilgongdum, sum miða ímóti inklusión.
Longu í teimum fyrru virkisætlanunum vórðu fleiri átøk sett í gongd. Vælferðardepil Norðurlanda samskipar hetta arbeiðið innan fyri sínar heimildarkarmar í samsvari við loyvisbrævið frá Embætisfólkaráðnum fyri sosial- og heilsupolitikk (EK-S). Vælferðardepil Norðurlanda søkir um pengar til og fremur átøk saman við viðkomandi samarbeiðspartnarum í landinum, í Norðurlondum og úti í heimi. Tilvísingarbólkar verða settir, um neyðugt, og í samstarvi við ávirkaðar partar. Tilvísingarbólkar miða eftir at hava javnt býti millum kynini og eisini hava umboð úr LBGTQ-umhvørvinum. Endamálið er, at meðan arbeiðið fer fram, skal vitan fáast til vega og breiðast út, sum kann brúkast í verki til at fremja verksetan av ST-breksáttmálanum. Í ætlanarskeiðinum verða hvørt ár hildin norðurlendsk tiltøk í sambandi við ST-statspartafundir COSP fyri CRPD.
Til tess at styrkja barna- og ungdómssjónarhornið í tí norðurlendska breksamstarvinum skal haldast ein serfrøðingafundur hvørt ár við umboðum fyri áhugafeløg hjá teimum ungu, ið bera brek. Temu og innihald á fundunum skulu byggja á tørv og ynski hjá børnum og ungum. Finnast skulu eisini nýggj háttaløg til tess at flætta sjónarhorn hjá børnum og ungum saman við avgerðunum hjá teimum vaksnu og teimum mynstrum, sum oftast byggja á sjónarhorn teirra vaksnu. Aftur at kjakinum um tíðarbær evni fyri børn og ung við skerdum førleika skulu ungdómsumboðini eisini hava upplýsing um ætlanirnar hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum um norðurlendskt breksamstarv og um Brekráðið.
Við tað, at tey hava góðtikið ST-breksáttmálan, skulu statspartarnir lata tí serstøku ST-breknevndini frágreiðing um verksetanina. Tað er týdningarmikið at útvega hagtøl og vitan um, hvussu sáttmálin verður settur í verk í Norðurlondum og í Grønlandi, Føroyum og Álandi. Vælferðardepil Norðurlanda fær nýggja heimild til at savna inn vitan um verksetanina av ST-breksáttmálanum og framhaldandi viðgera fráfreiðingar til ST frá Norðurlondum og tey tilmæli, sum ST kemur við í síni kanning av verksetanini í teimum einstøku londunum.
Í ætlanarskeiðinum skal gerast skráseting av netverks- og granskingarverkætlanum, sum eru í gongd. Tær skulu útvega upplýsing um, hvussu rættindi teirra, sum bera brek, verða sett í verk í Norðurlondum. Skrásetingin skal eisini vísa, í hvussu stóran mun tey, sum bera brek, taka lut í gransking.
Vælferðardepil Norðurlanda fær eisini heimild til– saman við teimum virkandi í landinum, í norðurlendskum høpi og granskingarstovnum – at gera greining av, hvussu ymiskir altjóða felagsskapir, m.a. felagsskapir fyri upprunafólk, arbeiða við framhaldandi viðgerð av ST-breksáttmálanum. Tað má eisini framhaldandi arbeiðast við, hvussu viðkomandi partar, eitt nú EU Disability Platform, arbeiða við ST-breksáttmálanum.
Hóast øll Norðurlond hava rættiliga nógvar dátur, hagtøl og ábendingar til at kunna fylgja støðuni og menningini í lívskorum teirra, ið bera brek, máta londini á ymsan hátt við ymiskum háttalag og ymiskum allýsingum av bólkum, og tað ger tað torførari at gera samanberandi greiningar. Til tess at fylgja menningini og avdúka veikleikar er tað týdningarmikið, at ein arbeiðir við hagtølum á brekøkinum, sum kunnu samanberast.
Í framhaldsviðgerð av tilmælunum í frágreiðingini Nordic indicators for cooperation on disability
skulu í ætlanarskeiðinum hagtøl savnast og samanberast á fýra økjum: mismunur, útbúgving, arbeiðslív og atkomuviðurskifti. Endamálið við tiltøkunum er at evna til hagtøl, sum kunnu samanberast viðvíkjandi brekøkinum í Norðurlondum og vitan um verksetan av ST-breksáttmálanum í Norðurlondum. Tað skal arbeiðast víðari við ES-samstarvinum um hagtøl viðvíkjandi fólki, ið ber brek. Samstarv við Nordisk Medicinalstatistisk Komité (NOMESKO) og Nordisk Socialstatistisk Komité (NOSOSKO) skal umrøðast. Verkætlanargongdin verður umrødd saman við MR-JUST.
Burðardygg menning av norðurlendska vælferðarsamfelagnum veldst um, at so stórur partur av arbeiðsførum fólki sum møguligt er í arbeiði. Arbeiðslívið er ein rekmáttur í teimum norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum og hevur avgerandi týdning bæði fyri vinnulívið og einstaklingin. Nógv og dugnalig arbeiðsfólk, góð arbeiðskor og gott arbeiðsumhvørvi er neyðugt til tess at skapa grøn, kappingarfør og sosialt burðardygg Norðurlond. Tað krevur fevnandi útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarpolitikk. Tað krevur eisini upplýsingartiltøk og tiltøk, sum kunnu broyta hugburð hjá arbeiðsgevarum, arbeiðstakarum og samfelagnum sum heild til tess at veita fólki, ið bera brek, betri møguleikar at fáa fótin fastan á arbeiðsmarknaðinum. Í samsvari við niðurstøðuna í frágreiðingini The Future of Work in the Nordic countries: Opportunities and Challenges for the Nordic Working Life Models (2021) skulu Norðurlond evna til betri virkisætlanir til tess at minka um vaksandi sosialar gjáir í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum í Norðurlondum. Tað er ein týdningarmikil fyritreyt í Norðurlondum, at tey duga at handfara skiftið til framtíðararbeiðsmarknað í tíðini eftir COVID-19.
Eitt raðfest øki í norðurlendskum samstarvi er at leggja dent á og taka burtur markaforðingar fyri flytføri millum londini. Eisini ES miðar serstakliga eftir at taka burtur forðingar fyri fólk við skerdum førleika. Virksemi á hesum øki fremur frítt flytføri fyri fólk, sum eru í vanda fyri at verða darvað av markaforðingum vegna ymiskar lógir og fyrisitingarligar siðvenjur í Norðurlondum.
Virksemið í hesum depilsmáli fevnir um mál 7 í virkisætlan Norðurlendska Ráðharraráðsins viðvíkjandi menning av førleikum og vælvirkandi arbeiðsmarknaðum, sum samsvara við tey krøv, sum tað grøna skiftið og talgild menning seta, og stuðlar upp undir frítt flytføri í Norðurlondum, og mál 8 um at fáa nyttu av talgilding og útbúgving til tess at knýta Norðurlond enn tættari saman.
Hetta virksemi styrkir førleikarnar í breksjónarhorninum hjá teimum virkandi, sum gera útgreiningar og hava uppskot til at loysa trupulleikar við markaforðingum, samstundis sum tað økir førleikarnar í markaforðingarsamstarvi hjá limum í Brekráðnum. Í ætlanarskeiðinum skal Norðurlendska Ráðharraráðið stremba eftir at fáa í lag samstarvsavtalur við tí fyri eyga at finna loysnir fyri fólk, ið bera brek, í Norðurlondum, so at tey t.d. fáa høvi at arbeiða eitt stutt skifti í øðrum Norðurlandi. Brekráðið stuðlar sum serfrøðingabólkur hetta virksemi.
Ein støðufrágreiðing verður skrivað um norðurlendskt flytføri og brek. Frágreiðingin leggur dent á markaforðingar á sosial- og arbeiðsmarknaðarøkinum. Tað verður fylgt við grannskoðanini av Stuðulsnevndini, og hennara týdningur fyri fólk, ið bera brek, verður greinaður.
Skiftiskráin Nordpluss bjóðar eyka studning til fólk, ið hava tørv á eyka stuðli vegna skerdan førleika. Í ætlanarskeiðinum verður fylgt við, hvussu mong lesandi, ið bera brek, søkja um skiftispláss frá Nordpluss skránni. Eitt samstarv verður fingið í lag um marknaðarføring av Nordpluss skránni á árligum fundum fyri umboð teirra ungu, sum bera brek.
Tað verða hildin námskeið á hvørjum ári við teimum, sum virka innan fyri markaforðingarsamstarvið. Hetta fer eisini at umfata samtalu við teknmálsnetverkið viðvíkjandi tulkaskipanum og flytføri. Áður gjørt virksemi um flytføri hjá lesandi verður eftirmett. Samstarvið heldur fram millum viðkomandi partar, sum hava ábyrgdina av Ráðharraráðsins brek- og markaforðingarskrá. Tað snýr seg til dømis um Brekráðið, Markaforðingarráðið og upplýsingartænastuna Info Norden. Virksemið verður gjørt innan fyri teir vanligu fíggjarkarmarnar hjá samstarvsfeløgunum.
Í dag finst ikki sínámillum góðkenning av brekstøðu millum ES-limalond, og tað er ein avbjóðing hjá fólki, ið ber brek, av tí at breksamleikakortið í teirra landi kanska ikki verður góðkent í øðrum limalondum.
ES- breksamleikakortið (EU Disability card) tryggjar fólki, ið ber brek, atgongd til tænastur tvørtur um landamørk, fyrst og fremst á mentanar-, frítíðar-, ítróttar- og ferðaøkinum. Kortið er ein hjálp til javna og virkna luttøku í samfelagnum.
Finnland og Estland hava síðani 2016 verið við í eini royndarætlan viðvíkjandi at brúka kortið. ES-brekmannagongd 2021-2030 hevur eitt høvuðsframtak, sum skal gera ES-brekkortið atkomuligt í øllum limalondum í 2023. Í arbeiðstíðarskeiðinum skal framhaldandi arbeiðast við royndum Finnlands og Estlands við kortinum, og pallar skulu stovnast til at deila upplýsingar.
Norðurlond verða væntandi heimsins burðardyggasta og best samskipaða øki í 2030. Heimurin gerst talgildur við nógvari ferð, og samskipan av tøkniligum samleikaprógvum fer at gera sambandið við myndugleikar lættari fyri borgarar í Norðurlondum. Norðurlond hava hvørt sær vælvirkandi tøkniligar skipanir til samleikaeyðmerking. Innan fyri karmar norðurlendska samstarvsins er avgerð tikin um, at tað skal vera møguligt hjá talgildum brúkarum í Norðurlondum og í baltalondunum at nýta e-samleikaprógv úr sínum heimlandi til at eyðmerkja seg í talgildum tænastum í hinum londunum í økinum.
Í ætlanarskeiðinum skal kannast, hvørjar tænastur til fólk, ið bera brek, høvdu kunnað verið knýttar upp í landsins tøkniligu samleikaloysnir, sum skulu kunna brúkast tvørtur um landamørk í Norðurlondum og Baltikum. Samstarv verður umrøtt við MR-digital.
Ein uttanhýsis eftirmeting skal gerast í 2024 og 2026. Úrslitini verða løgd fram fyri EK-S í sambandi við frágreiðingina um ætlanina og arbeiðið hjá Brekráðnum. Kannarin hevur samband við tey virki, sum virka sum verkætlanarleiðarar fyri alt tað ymiska virksemið. Støðufrágreiðingin verður evnað til av avgreiðsludeildini í Ráðharraráðsins Brekráði í Norðurlanda vælferðardeplinum. Norðurlandaráðið verður kunnað um støðu ætlaninnar í 2023, 2025 og 2027. Farið verður gjøgnum ætlanina eftir 2024 til tess at tryggja, at hon er í samsvari við framtíðar visiónsvirkisætlan.
PolitikNord 2022:735
ISBN 978-92-893-7419-4 PDF
ISBN 978-92-893-7420-0 ONLINE
http://dx.doi.org/10.6027/politiknord2022-735
© Norðurlendska ráðharraráðið 2022
Sniðgáva: Mette Agger Tang
Kápumynd: Ritzau / Scanpix
Kemur út á føroyskum: desembur 2022
Norðurlendska samstarvið er eitt tað víðfevndasta økissamstarvið í heiminum. Samstarvið fevnir um
Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki og Føroyar, Grønland og Áland.
Norðurlendska samstarvið er politiskt, búskaparliga og mentanarliga kjølfest, og tað er týðandi partur í
evropiskum og altjóða samstarvi. Norðurlendski felagsskapurin virkar fyri sterkum Norðurlondum í einum sterkum Evropa.
Norðurlendska samstarvið vil styrkja áhugamál og virði hjá Norðurlondum á øllum økjum í einum
altjóðagjørdum umheimi. Felags virði landanna millum eru við til at styrkja støðu Norðurlanda sum eitt av heimsins mest nýhugsandi og kappingarførastu økjum.
Norðurlandaráði
Nordens Hus
Ved Stranden 18
DK-1061 København K
www.norden.org
Les fleiri norðurlendskar útgávur: www.norden.org/da/publikationer